Bartal heilsar har úti frá Radioamatørunum av, at Nólsoyarsvimjingin sum skuldi byrja nú klokkan 13:15 er avlýst vegna veður. Okkurt við at aldan er ov stór á fjørðinum, og so oysregnar tað eisini. Tey vóru annars 8 sum høvdu meldað til.
Tag: Nólsoyarsvimjingin 2013
Nólsoyarsvimjing fyri 16. ferð, leygardagin 17. august 2013
Nú leygardagin verður sekstanda árið á rað skipað fyri svimjing úr Havn til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyli í Nólsoy. Sí til dømis in.fo. Veljast kann millum at leggja frá landi yviri hjá Radioamatørunum við Strond í Havn kl 13:15, sum er ein teinur á umleið 4 kilometrar til Nólsoyar, ella at fara í ein bát tá og so heldur svimja síðstu 1000 metrarnar frá einum báti úti fyri Nólsoyar bygd. Tú mást sjálv/ur skaffa vátdrakt og bát við VHF og minst 2 vaksnum umborð, tilmelding er hjá Erlendi Simonsen, telefon 500604.