Stór svimjistevna í Bergen í mai

Bergensvømmerne bjóða til stóra altjóða svimjistevnu í Bergen, dagarnar 4. – 6. mai 2007, sum passar nokk so væl við eina minicruise við Norrønu. Har er bólkabýti niður til árgang 1994, gávukort á 50 – 300 norskar krónur til nummar 1, 2 og 3 í hvørjari grein í hvørjum bólki, umframt 2500 – 10000 norskar krónur til nummar 1, 2 og 3 í FINA stigum.

Kappingin er í einum 25 metra hyli við 7 geilum og el-tíð. Tey hava til stuttleikar skipað allar 50 metra finalur sum ‘útskiljingsløb’, har tey pilka spakuligasta burturúr og so svimja um aftur og um aftur til bara vinnarin er eftir. Tað er fyri so vítt frítt at melda til, um man passar til aldursbólkarnar (87 og eldri, 88-91, 92-94, og handicappaði). Men tey hava ásett eitt mestamark av riðlum til hvønn tein, soleiðis at tað í mesta lagi 300 riðlar á 400 metrum, 6 á 200 metrum, 9 á 100 og 9 á 50. Dugi ikki at siga um hesi mestamørk eru fyri hvønn bólk sær, men tað burdi í øllum førum verið fyri hvørt kynið (altso minst 6 riðlar á 400 tilsamans).

Tey skipa fyri rímiliga bíligum innivisti eisini, har sjálv náttin kostar 100 norskar krónur fyri hvønn, morgunmatur 50 norskar kronur, og frokost og døgverði 80 norskar krónur. Hartil skal roknast eitt gjald á 75 krónur fyri hvønn start hjá einstaklingi, og 150 krónur fyri hvønn start hjá stafettum. Har er forrestin ein kapping millum feløgini eisini, har tey telja upp stig fyri hvørt 1. – 7. pláss, til at finna besta svimjifelag á stevnuni.

Stevnan er frá fríggjadegi kl 17 (upphiting kl 16) til sunnukvøld umleið kl 18:30, og  hóskar tí sum sagt rímiliga væl til eina minicruise við Norrønu… um man kann liva við at missa sunnudagin og (í øllum førum) ein part av fríggjadegnum. Norrøna fer nevniliga úr Tórshavn kl 18 hóskvøld og kemur til Bergens kl 17 fríggjadag (sum kappingin byrjar), og siglur so tíverri hinvegin aftur longu sunnumorgunin kl 9. Væl at merkja um eg dugi at lesa álmanakkan hjá Smyril Line rætt.

4. – 6. mai er vikuskiftið eftir FM 27. – 29. apríl, og 3 vikur áðrenn UM.

Innbjóðingin er viðfest her niðanfyri.

Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF

Norska svimjisambandið og avísin Dagbladet hava gjørt eina áhugaverda røð av teknikk-videoum saman, sum kunnu síggjast fyri einki á svomming.no og dagbladet.no. Talan er tó um nokk so grundleggjandi øvilsi, sum tey flestu av okkum hava roynt, um vit yvirhøvur hava verið í nærheitini av einum svimjifelag. Men góðskan er góð, svimjararnir tveir bestu í Noregi, og tað er jú heldur ikki so galið at vita at man ger tað hampuliga rætt 🙂

Alt er so mikið opið hjá teimum, at eg faktiskt fái lagt tað her á heimasíðuna. So her er fyrsti partur í røðini …

Gev gætur at myndin er her rættiliga nógv minni enn tann sum verður víst á dagbladet.no, men líka stór sum tann á svomming.no. Tey hava gjørt 9 partar inntil nú, og ætla sær at leggja sær ein part út afturat hvønn sunnudag, fram til 1. apríl, so at teir verða 13 tilsamans.

Hetta er liður í einum motiónstiltaki kallað “Svøm deg til Island“, sum norska svimjisambandið skipar fyri á hvørjum ári, til at fáa fleiri fólk at svimja. Øll áhugað kunnu fáa eitt kort í svimjihallunum runt landið, har tey síðani fáa skrásett hvussu ofta tey svimja, í so og so nógva tíð. Aftaná er lutakast millum tey luttakandi, har børnini kunnu vinna ein túr til okkurt ‘vandland’ í Noregi, og tey vaksnu ein túr til Íslands (pheew, so skuldu tey ikki svimja haryvir allíkavæl).

Partarnir eru upplistaðir á hasari fyrrnevnu síðuni á svomming.no. Men við tað at myndin sum sagt er eitt sindur størri á dagbladet.no, og valmyndarskipani har tíverri syndarlig, so havi eg leitað tær fram og listi tær upp her niðanfyri:

  1. Basisøvelser
  2. Brystbensparket
  3. Bryst – armtakets første del
  4. Bryst – armtakes siste del
  5. Brystsvømning i hele teknikken
  6. Vending i brystsvømning
  7. Crawl – rotasjoner og pusting
  8. Crawl – bensparket
  9. Crawl – armtaket
  10. Saltovending
  11. Ryggsvømming – grundprinsipper
  12. Ryggsvømming – armtaket
  13. Gratis treningstips fra Norges beste svømmere!