Norðurlensku meistarakappingina á langbana 2008 høvdu finlendingar undir hond á hesum sinni og Tampere átti karmarnar. Ein upplagdur møguleiki hjá teimum til fyrireikingarnar til europeisku junior olympiaduna, sum skal verða har á leiðini í 2009. Hetta er aðru ferð at kappingin verður hildin og samstundis aðru ferð, at føroyingar stilla upp.
Tag: num 2008
Myndir úr Tampere
Rúni og Øssur hava verið so vinarligir at senda mær myndir úr Tampere í Finnlandi, har fýra føroyskar gentur kappast á Nordisk UngdomsMesterskab 2008. Talan er um Biritu Debes úr Rituvík, Helenu Sævarsdóttur úr Vági, Moniku Biskopstø úr Klaksvík og Poulu Mohr úr Fuglafirði.
Her eru tær við flogvøllin í Vágum
Genturnar aftast í 4×100 blandað
Men tað er altso ikki so galið, tá ið hugsað verður um at har bara vóru 5 stafettir, og at tær báðar Birita og Poula hoyra til yngra árgangin á hesari stevnu. Genturnar svumu teir 4×100 blandað í tíðini 5:21.80, har Birita svam 100 rygg í tíðini 1:17.08, Monika flúgvandi 100 bringu á 1:29.22, Helena 100 firvald á 1:26.05, og so Poula 100 frí í tíðini 1:09.45. Harvið eru lidnar við kappingarnar í morgun, og byrja so aftur einaferð seinnapartin.
Poula 1:07.91 í 100 frí
Tað er eitt sindur torført at meta um hvussu væl tað gongur hjá gentunum í Finnlandi, av tí at tilmeldingartíðirnar mest sannlíkt allar eru roknaðar út í frá tíðum svomnar í 25 metra hyli (meðan tey í Tampere svimja í 50 metra hyli), og tað ikki er til at siga hvussu skjótt hesar gentur kunnu umstilla seg til at svimja skjótt eisini á langbana.
Men teir 1:07.91 hjá Poulu Mohr úr Fuglafirði ljóða bara heilt gott, líka mikið um roknaða tilmeldingartíðin var 1:05.78. Helena Sævarsdóttir úr Vági er nokk eitt sindur meira skuffað, av at svimja teir 100 frí í tíðini 1:11.40, har hon vanliga plagar at vinda burtur úr Poulu. Continue reading Poula 1:07.91 í 100 frí
Gott í gongd í Tampere
Birita og Helena býttu um pláss á styrkislistanum, nú Birita varð nr 7 í 50 rygg á NUM í Tampere við frálíku tíðini 33.87, og Helena so varð nr 8 við eisini góðu tíðini 34.96. Vinnari gjørdist Ida Lindborg úr Svøríki við tíðini 31.67, nr 2 Tia Laurila úr Svøríki við tíðini 32.14, og nr 3 Tia Laurila úr Finlandi við tíðini 32.23. Offisiellu úrslitini eru at finna her á livetiming.se
NUM 2008: Startlisti og livetiming
Sum kunnugt verður Norðurlendska UnglingaMeistarakappingin hildin í Tampere í Finlandi nú leygardag til sunnudag 2.-3. august, sum er kappingin fyri teir svimjarar sum eru júst ov ungir til juniormeistarakappingar. Tit kunnu finna stevnuheimasíðuna her á heimasíðuni hjá finska svimjisambandinum, startlistan her, og úrslitini so leypandi her á livetiming.se. Continue reading NUM 2008: Startlisti og livetiming
Danir fara ikki til NUM 2008 (?)
Hetta var nakað sum eg frætti sum slatur á kantinum í Kastrup í vikuskiftinum. Eftir øllum at døma velur danska svimjisambandið ikki at senda nakran til Nordisk UngdomsMesterskaber í Finnlandi í august, tí tey ikki vilja at so ung skulu svimja árið runt. Continue reading Danir fara ikki til NUM 2008 (?)