Nýsæland droppar høvuðsvenjaran vegna balladuna við Burmester

Swimming New Sealand váttar í dag sambært NZPA, at Mark Regan nú skiftir rollu frá at vera høvuðslandsliðsvenjari hjá Nýsælandi, til heldur at vera venjari ‘á kantinum’. Tey leggja dent á at hann ikki hevur trekt seg vegna rokið við Burmester, men at tað heldur er tí at tey hava meira brúk fyri einum venjara á kantinum, enn einum sum ferðast runt sum høvuðslandsliðsvenjari. Regan yvirtók teir svimjarar sum saman við Burmester høvdu vant hjá Thomas Ansorg, inntil hesin gavst bara 8 vikur áðrenn Commonwealth Games. Ein avloysarauppgáva sum sambært ‘high performance manager’ Jan Cameron varð røkt so mikið væl, at Regan varð biðin um at halda áfram við hesum inntil OL. Cameron heldur ikki at tað fer at ávirka svimjararnar, at tey til tá ongan høvuðslandsliðvenjara hava.

“We don’t want to put anyone over Mark Regan so we’re committed to not having a head coach. We will begin a search and look at that issue post-London.”

Nýsæland sendi svimjara heim av Commonwealth vegna drukk

Nýsæland valdi í leypi av Commonwealth Games í India at senda svimjaran Daniel Bell heim “in disgrace”, av tí at hann hevði smakkað sær á. Hann hevði annars vunnið silvur í 100 rygg har í Delhi, men hevur eftir øllum at døma eina fortíð við alkoholnýtslu á stórum stevnum, har hann til dømis á OL í Beijing í 2008 varð avmyndaður avdottin á vesi, og á HM í Rom mátti innleggjast vegna alkohol-forgiftning. Tað var forrestin fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Mark Regan sum hevði avgerandi orðið í Delhi, nú hann er høvuðslandsliðsvenjari fyri Nýsæland. Lesið her á stuff.co.nz.

Nýsælendingar flyta meistarastevnu vegna jarðskjálvta

Nýsælendingar eru noyddir at flyta stutthylja-meistarastevnuna fyri sínar yngru aldursbólkar, av tí at hylurin varð raktur av jarðskjálvta, sum tey upprunaliga ætlaðu at hava kappingina í. Tey umhugsaðu at avlýsa ella útseta meistarstevnuna, men valdu at enda at heldur bara flyta stevnuna úr Christchurch til Wellington. Les SwimmingWorld Magazine