Andkjær úr USA til DK at venja móti OL

Hetta ljóðar heilt øvut, men danski VM bronsuvinnarin Jakob Andkjær hevur nú valt at gevast við venjingini og lestrinum á tiltikna Auburn University í USA, fyri heldur at venja í Blovstrød í Danmark. Hann føldi at hann bara gjørdi tvey ting hálvt í USA, heldur enn at kunna fokusera uppá OL, og hartil heldur hann ikki at venjingini í yard-hyljum har yviri var so væl egnað til at fyrireika seg til OL á langbana. Lesið t.d. í Politiken og á swim.dk.

OL startskamlarnir fara at minna um teir í frælsum ítrótti

Sambært m.a. SwimNews og The Australian fer Omega at veita nakrar spildurnýggjar og ‘revolutionerandi’ skamlar til OL í Beijing, sum hava ein vinklaðan kant aftan, nøkulunda sum vit kenna tað frá startblokkunum í frælsum ítrótti. Havi roynt at finna eina mynd, men finni tíverri onga (enn). Avstraliumenn eru ikki so nøgdir, við tað at hvørt land bara fær tveir skamlar í part at venja á.

Thorpe heldur ikki at Phelps fer at sláa Spitz

Nógv vænta væl onkunsvegna at Michael Phelps fer at royna og kanska klára at sláa metið hjá Mark Spitz, at hava vunnið flest gullheiðursmerki á Olympisku leikum. Men hóast Ian Thorpe ynskir honum alt tað besta, so væntar hann ikki at Phelps fer at klára tað. “[T]here’s a thing called competition”. Lesið her á timedfinals.com.