Lív vann Ólavsøkusvimjingina

Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann Ólavsøkusvimjingina í gjár við tíðini 5:27.8. Lív tangeraði harvið metið hjá Ceciliu Eysturdal frá í fjør. Metið hjá monnum er 4:18.0, sum Magnus Jákupsson setti í 2011. Nummar tvey og trý í opna bólkinum vóru ávikavist Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Remi Lamhauge, bæði úr Havnar Svimjifelag. Skjótasta kvinna yvir 25 ár var Anja Joensen framman fyri Randi Holm og Anida Johannesen. Anja eigur sjálv metið frá í fjør sum er 8:44.0. Hjá kvinnum undir 25 ár vann Lív Erlingsdóttir Eidesgaard framman fyri Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir. Skjótasti, og einasti, maður undir 25 var Bartal Erlingsson Eidesgaard. Hjá monnum yvir 25 vann Remi Lamhauge við nýggjum metið á 6:16.8 framman fyri Erling Eidesgaard (6:27.5) og Uni Kárason Petersen (6:51.3), allir skjótari enn masters metið hjá Erlingi á 6:52 frá 2011.


Frá vinstru Vár og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir
Continue reading Lív vann Ólavsøkusvimjingina

Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku

Frá fyriskiparunum

Havnar Svimjifelag skipar fjórða ár á rað fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.

Ólavsøkusvimjing

Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Continue reading Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku