Óli Mortensen vann í gjár gull í eisini 800 metra frísvimjing á
á eystaru donsku økismeistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann í Gladsaxe svam teinin uppá 8:05.60. Hetta afturat at fríggjadagin hava vunnið gull í 400 frí, og leygardagin silvur í 1500 frí, umframt saman við besta liðnum hjá Kvik Kastrup hat hava vunnið silvur í 4×200 frí.
Tag: Óli Mortensen
Alvi og Óli í finalur eisini 2. dag á Danish Open 2019
Alvi Hjelm svam seg í morgun víðari til A-finalu á Danish Open 2019, tá ið hann í innleiðandi 200 blandað svam teinin uppá 2:08.65. Hetta var 5. besta tíð í morgun, og 4. besta tíð sum Alvi nakrantíð hevur svomið.
Óli Mortensen er longu víðari til skjótasta riðil í 1500 frí, sum 4. skjótasti svimjari sambært tilmeldingartíðunum.
Annars er støðan við luttøku hjá teimum báðum á Danish Open, at Alvi skal royna seg 200 og 400 frí, umframt 200 og 400 blandað, meðan Óli skal royna seg í 200, 400, 800 og 1500 frí. Sí startlistan her
Úrslit frá Danish Open 2019 síggjast her á livetiming.se
Alvi og Óli í finalu á Danish Open 2019
Teir báðir Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka um vikuskiftið á Danish Open 2019, har teir hendan fyrsta dagin royndu seg í 200 frí. Og tað gekk gott hjá serliga Alva, sum svam seg til 1:54.90 og persónlig met, í mun til 1:56.94 frá Danish Open í 2016.
- 12 Alvi Hjelm (1996) 1:54.90 – Besta tíð var 1:56.94
- 16 Óli Mortensen (1996) 1:56.18 – Besta tíð er 1:54.64
- 3 Alvi Hjelm (1996) 1:55.04 – Besta tíð er 1:54.90
- 4 Óli Mortensen (1996) 1:55.08 – Besta tíð er 1:54.64
Óli og Alvi til Swedish Grand Prix 2019
Sviar skipa nú í vikuskiftinum fyri árliga “Swedish Grand Prix” í Malmö, har eisini Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka. Startlistin sæst her á livetiming.se, har vit m.a. síggja at Óli verður styrkismettur sum næstbestur í 1500 frí.
Continue reading Óli og Alvi til Swedish Grand Prix 2019Óli silvur á Østdanske Mesterskaber 2018
Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg nú í vikuskiftinum á meistarastevnuni fyri eysturpartin av Danmark, og megnaði Óli har at vinna sær eitt silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, meðan Alvi varð nr 4 í 200 blandað.
Óli 4:00.17 í 400 frí á Mare Nostrum 2018 í Barcelona
Óli Mortensen royndi seg í morgun á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og svam seg har við tíðini 4:00.17 til eitt 22. pláss av teimum tilsamans 38 luttakandi.
Hetta er triðbesta tíð hjá Óla í ár, har hann á Danish Open í apríl svam 3:57.67, og á Paulus Wildeboer stevnuni í Sabadell í mars 3:58.88.
Óli hevur nú frí til í morgin, tá ið hann skal royna seg á dupulta teininum, 800 frí.
Óli til Mare Nostrum 2018 í Barcelona
Óli Mortensen fór í morgun til Barcelona í Katalonia, har hann nú í morgin og ovurmorgin skal luttaka á Mare Nostrum stevnuni har, í 400 og 800 metra frísvimjing. Úrslitini fara at kunna síggjast her á natacio.cat
Óli og Alvi til Danish Open 2018
Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.
Óli 15:37.57 og nr 7 í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018
Óli Mortensen luttók nú seinnapartin í finalu á Swim Open Stockholm 2018, og megnaði har at svimja seg til eitt 7. pláss í 1500 metra frísvimjing, við nýggjum persónligum meti á 15:37.57.
Hetta var 2 tíggjundapartar skjótari enn hansara til nú besta tíð, sum var 15:37.77 frá HM í Budapest í fjør summar. Og tí eisini væl betri, tí at tíðin tá var aftaná fulla
niðurtrapping.
Continue reading Óli 15:37.57 og nr 7 í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018
Óli í besta riðli í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018
Óli Mortensen skal nú seinnapartin royna seg í 1500 metra frísvimjing á Swim Open Stockholm 2018, við 8. bestu tíð av teimum tilsamans umleið 45 í hesi kapping. Hann lá upprunaliga til at verða beint uttanfyri skjótasta riðil, men kom nú inn vegna frámeldingar hjá øðrum svimjarum.
Skjótasti riðil sæst til dømis í svenska Eurosport, umframt sum stroyming her. Tað er eingin ivi um at kappingin verður sera hørð, nú luttakararnir eru til dømis ukrainski Mykhaylo Romanchuk sum vann silvur á HM í Budapest í fjør summar, og Sergiy Frolov og Wojciech Wojdak sum vóru í finaluni eisini tá.