Sviar skipa nú 5. til 8. apríl fyri Swim Open Stockholm 2018, har eisini føroyingar luttaka. Óli Mortensen fer at royna seg í 400, 800 og 1500 frí, meðan Alvi Hjelm fer at royna seg í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.
Tag: Óli Mortensen
Óli silvur eisini í 400 frí á Trofeu CN Sabadell 2018
Óli Mortensen megnaði aftur í dag at vinna sær silvurheiðursmerki á Trofeu CN Sabadell 2018, tá ið hann í 400 frí svam teinin uppá 3:58.88, sum hartil er undir kravtíð til Evropameistarastevnuna í Glasgow í august. Alvi Hjelm royndi seg eisini í finalu, nú seinnapartin, og varð har nr 7 í 400 blandað, við tíðini 4:36.44.
Føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell 2018
Her lista vit upp føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell – IV Memorial Paulus Wildeboer, har teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg. Óli vann í gjár silvur í 1500 metra frísvimjing, og Alvi bronsu í 200 blandað, umframt at Óli í dag vann silvur í 400 frí.
Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell
Óli Mortensen og Alvi Hjelm verða at síggja í finalum eisini 2. dag á Trofeu CN Sabadell, nú teir kundu vísa á tilmeldingartíðir sum kvalifiseraðu teir beinleiðis til skjótastu riðlar í ávikavíst 400 frí og 400 blandað.
Continue reading Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell
Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell
Tað gekk upp á stás hjá teimum báðum føroysku svimjarunum í Katalonia, nú finalurnar vórðu avgreiddar á Trofeu CN Sabadell. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvur heiðursmerki í teirri greinini.
Óli og Alvi í finalur í Sabadell, seinnapartin
Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, á Trofeu CN Sabadell, og gekk tað sera væl. Tíðin 2:10.15 er besta ‘morguntíð’ hjá honum í longri tíð, og var hartil næstbesta tíð av teimum 29 luttakandi í morgun, soleiðis at hann er víðari til A-finaluna, seinnapartin.
Óli Mortensen hevði frí í morgun, tí at hann er beinleiðis víðari til besta riðil í 1500 frí, eisini seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum.
Sambært tíðarætlanini er finalan hjá Alva kl 17:25, og tann hjá Óla kl 17:33, katalonska tíð. Katalonsk tíð er sum donsk tíð, ein tíma frammanfyri føroysk. Úrslit frá stevnuni koma leypandi her.
Alvi og Óli til Trofeu CN Sabadell
Hetta vikuskiftið kappast Alvi Hjelm og Óli Mortensen á Trofeu CN Sabadell í Katalonia, saman við liðfelagum sínum í Hovedstadens Svømmeklub. Og tað kann verða heilt spennandi – Óli hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí og fimtbestu í 400 frí, meðan Alvi hevur sjeyndbestu bæði í 200 og 400 blandað.
Stevnan hevur fingið hjáheiti TR Paulus Wildeboer, til minnis um tiltikna niðurlendska venjaran sum var venjari leingi í Spania, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari hjá Danmark, og millum annað vandi Lotte Friis og Jeanette Ottesen til heimsmeistaraheiti, umframt Pál Joensen til HM-bronsu. Olaf Wildeboer, sonur Paulus, er nú venjari hjá Alva og Óla.
Startlistin til stevnuna sæst her, og teir báðir í Katalona heilsa at eitt slag av ‘live timing’ eisini verður at síggja her. Kappast verður í Piscines Carles Ibars í Sabadell, leygardag 10. og sunnudag 11. mars 2018, við innleiðandi riðlum frá kl 9.30 og finalum frá kl 16:30, Katalonia tíð, sum er ávíkavist kl 8:30 og 15:30 her í Føroyum.
Óli greitt besti svimjari á NM/NJM 2017
Óli Mortensen snøgt sagt ‘kom, sá og sigraði’, tá ið hann í síðstu viku luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2017. Hóast hann luttók bara í éinari kapping, og vegna tíðarneyð mátti skera av ferðini í báðum endum, so endaði tann luttøkan við at verða greitt besta avrik av øllum, á hesum NM/NJM.
Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur
Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.
Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur
Alvi 4:40.49 og í finalu á Mare Nostrum 2017 í Barcelona
Tey eru nú um at verða liðug við næsta sett av innleiðandi riðlum á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, har eisini teir báðir føroyingarnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royna seg. Og aftur í dag gekk tað útmerkað, við tað at Alvi megnaði at svimja seg til B-finalu.
Continue reading Alvi 4:40.49 og í finalu á Mare Nostrum 2017 í Barcelona