Heiðursmerkir til Magnus og Óla eisini 2. dag á Swedish Swim Festival 2016

Næstu dagur á Swedish Swim Festival varð avgreiddur nú sunnudagin hin 9. oktober, og gekk tað aftur heilt væl hjá svimjarunum úr Føroyum. Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg, meðan Óli Mortensen vann silvur í 1500 frí.

Continue reading Heiðursmerkir til Magnus og Óla eisini 2. dag á Swedish Swim Festival 2016

Heiðursmerkir til Magnus og Óla á Swedish Swim Games 2016

Fyrsti stevnupartar vórðu í dag fyriskipaðir á Swedish Swim Games 2016 í Upplands Väsby, har millum annað Magnus Jákupsson, Óli Mortensen og Alvi Hjelm skuldi royna seg. Og tað gekk bara heilt væl frá teimum, tí Magnus vann 2 gull og Óli eina bronsu, umframt at Alvi svam seg til eitt 4. pláss.

Continue reading Heiðursmerkir til Magnus og Óla á Swedish Swim Games 2016

Óli næstskjótastur av øllum á Christansborg Rundt 2016

Óli Mortensen vann í dag silvur á Christiansborg Rundt 2016, sum næstskjótasti svimjari av øllum teimum umleið 3300 sum luttóku á 2 kilometra teininum, í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn. 

Hann var bara 8 sekund aftanfyri vinnaran Matej Kozubek úr Kekkia, við 22:38 í mun til 22:30, meðan danski Marcus Krøyer Svendsen vann bronsu við 23.35.

Óli luttók fyri Hovedstadens Svømmeklub, men er sum kunnugt úr Havnar Svimjifelag. Hann og Alvi Hjelm úr Ægir hava í summar skift til hetta felag, nú teir eru farnir niður at lesa.

Úrslitalistarnir verða at síggja seinni í dag, her á copenhagenswim.com. Afturat Óla luttóku í øllum førum føroysku Alvi Hjelm, Frans Johannesen, Jon Hestoy og Oluffa á Høvdanum.

Óli, Alvi og Frans luttaka á Christiansborg Rundt 2016

Danska svimjisambandið skipar í morgin fyri árliga Christiansborg Rundt, við luttøku av eisini føroyingum. Hetta er 2 km kappsvimjing í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn, umframt at lið kunnu luttaka í sokallaðu Krüger-stafettini, á 4 ferðir 500 metrar.

Continue reading Óli, Alvi og Frans luttaka á Christiansborg Rundt 2016

Óli 15:51.66 og nýtt føroyskt juniormet í 1500 frí

Óli Mortensen setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Amsterdam Swim Cup 2014 svam teinin uppá 15:51.66. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 15:54.62, frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni 2014. Tiðin nú rakk til eitt 5. pláss á stevnuni, bara 5 hundraðpartar aftanfyri nr 4. Sí úrslitalistan her.

Óli Mortensen til Amsterdam Swim Cup 2014

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag fer nú í vikuskiftinum at luttaka á Amsterdam Swim Cup 2014, sum er ein av størru langgeilastevnunum her í desember.

Startlistarnir síggjast her, har vit millum annað síggja at Óli hevur 4. bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, 10. bestu í 400 frí, 21. bestu í 400 blandað, og aftur 4. bestu í 800 frí.

Óli Mortensen 1:51.65 í 200 frí á HM í Doha 2014

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag royndi seg í morgun sum fyrsti føroyski svimjari á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Doha í Qatar í hesum døgum. Og tað gekk bara væl hjá Óla; hann setti stórt persónligt met við tíðini 1:51.65, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 1:52.92 frá FøroyaMeistarastevnuni 2014.

Óli varð nr 60 av 100 luttakandi, sí úrslitalistan her á Omegatiming.com

Her er ein samrøða við Óla aftaná hesar 200

3-2 hin 3. nov 2014 um úttøku til Doha 2014

Brot úr ítróttarsendingini “3-2” hjá Kringvarpi Føroya hin 3. november 2014, um úttøku til heimsmeistarastevnuni á stuttgeil 2014. Prátað verður við Rók í Jákupsstovu, formann í SSF, við Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir og Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Sí alla sendingina her á kvf.fo

Óli 15:54.62 og juniormet í 1500 frí

Óli Mortensen setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 15:54.62. Hann átti sjálvur juniormetið á 15:59.02, frá Danish Open í mars mánaða. Seinnapartin skal Pál royna seg í skjótasta riðli, við bestu tilmeldingartíð av øllum.

(Óli og Pál tosa um eitthvørt á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í fjør)

Føroysk úrslit í morgun

1500 frí menn: Óli Mortensen (1996) 15:54.62 – juniormet
100 frí kvinnur: Victoria Wigant Eysturdal (1998) 1:02.24 (#73 av 76)
100 bringa kvinnur: Ásbjørg Hjelm (1999) 1:22.58 (#36 av 36)
50 frí menn: Eyðbjørn Joensen (1996) 25.48 (#93 av 99)
200 frí menn: Óli Mortensen (1996) 1:56.21

Tey mangla enn at avgreiða 200 frí hjá monnum og 400 frí hjá kvinnum