Óli 2:11.04 og føroyskt met í 200 firvald

Óli Mortensen setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 2:11.04.

Pál Joensen átti nú farna føroyska metið á 2:12.55 frá Reykjavík International Games í 2009.

Óli eigur eisini juniormetið í 200 metra firvald á stuttgeil, á 2:06.94 frá SuSvim-stevnu í mars mánaða. Har er føroyska metið hjá Páli 2:03.96, frá HS-stevnu í apríl 2012.

Føroysk úrslit fyrsta dag á Mare Nostrum 2014 í Barcelona

UPDATE: Óli Mortensen setti eisini føroyskt met og juniormet í 200 metra firvald. Tað úrslitið manglaði her í frágreiðingini, av tí at eg leitaði út í frá startlistanum, har Óli ikki stóð á.

Nú eru innleiðandi riðlarnir avgreiddir á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og tey á EJM-landsliðnum kláraðu seg bara heilt ókey. Óli Mortensen kom við tíðini 4:01.71 í 400 frí heilt nær sínum juniormeti frá stevnuni í Canet, sum eisini gav honum eina plasering í betru helvtini á úrslitalistanum.


Continue reading Føroysk úrslit fyrsta dag á Mare Nostrum 2014 í Barcelona

Óli 8:13.75 og juniormet í 800 frí

Óli Mortensen skar fyri løtu síðani eitt gott petti av sínum føroyska juniormeti í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet svam teinin uppá 8:13.75, har hansara juniormet frá Danish Open 2014 í mars mánaða var 8:20.55. Teir svimja enn, so úrslitalistin annars er ikki heilt eftirfarandi.

Føroysk úrslit í morgun

  • Ásbjørg Hjelm 35.57 (#41 av 45) í 50 bringu
  • Eyðbjørn Joensen 26.57 (#94 av 114) í 50 firvald
  • Ásbjørg Hjelm 2:57.53 (#36 av 36) í 200 bringu
  • Victoria Wigant Eysturdal 1:01.30 (#68 av 69) í 100 frí
  • Frans Johannesen 52.15 (#65 av 132) í 100 frí

Óli 4:01.34 og juniormet í 400 frí

Óli Mortensen skar í dag næstan eitt sekund av sínum føroyska juniormeti í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet svam teinin uppá 4:01.34, har hansara føroyska met frá Danish Open 2014 í mars mánaða var 4:02.25. Hetta rakk til eitt 25. pláss á stevnuni, meðan Alvi Hjelm varð nummar 40 við 4:05.93, og Eyðbjørn Joensen nummar 56 við 4:17.18. Sí úrslitalistan her.

Pál, Óli og Alvi dominera listan yvir bestu avrik á FM 2014

Um vit hyggja at hægstu FINA stigum á FøroyaMeistarastevnuni 2014, so eru tað serliga teir tríggir langteinararnir sum gjørdu vart við seg: Pál Joensen (1990) úr SuSvim, Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm (1996) úr Ægir.

(Alvi, Pál og Óli aftaná ein av longru teinunum á FM 2014)
Continue reading Pál, Óli og Alvi dominera listan yvir bestu avrik á FM 2014

Óli 15:59.02 og juniormet í 1500 frí á Danish Open 2014

Óli Mortensen tók fyri løtu síðani eitt gott petti av føroyska juniormetinum í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 15:59.02. Hann átti sjálvur juniormetið á 16:08.20, frá íslendsku meistarastevnuna í 2013, og nú væl eyka fegin fyri at hava svomið seg undir 16 minuttir eisini. Tíðin hjá Óla var hin næstbesta í morgun, og røkkur so væl til eitt 10. pláss í kappingini, tá ið hinir 8 skjótaru íroknað Pál Joensen hava svomið skjótasta riðil, seinnapartin. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí úrslitalistan her.

Óli 8:20.55 og nýtt føroyskt juniormet í 800 frí

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 8:20.55, har hansara egna met frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Póllandi í fjør var 8:25.69. Altso ein betring á góð 5 sekund, og eitt triðjapláss millum teir sum ikki sloppu í skjótasta riðilin, seinnapartin, ella sikkurt umleið 11 samanlagt. Sí úrslitalistan her.

Óli 3:56.38 í 400 frí á World Cup í Doha

Óli MortensenTeir báðir Óli Mortensen og venjari Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag eru nú komnir til Doha í Qatar, har Óli í morgun luttók í 400 metra frísvimjing.

Og nú gekk heilt gott; tíðin hjá Óla var 3:56.38, sum er persónligt met í mun til hansara 3:57.16 frá NJM í Finnlandi í fjør.

Óli varð nummar 17 av 25, ella nummar 3 av 5 um vit bara hyggja at teimum sum eru árgang 1996 ella yngri. Sí úrslitalistan her.

Her er ein ‘teasari’ frá World Cup í Doha …

Óli 15:41.15 í 1500 frí á World Cup í Dubai

Óli MortensenÓli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Dubai. Tíðin hjá honum var 15:41.15, nakað spakuligari enn hansara 15:31.79 á World Cup stevnuni í Moskva síðsta sunnudag. Óli varð nummar 8 av teimum 15 sum svumu í spakuligari riðlunum, ella 16 av 23 um vit telja teir 8 við sum fara at svimja finalu seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Óli Mortensen 4:35.73 í 400 blandað á World Cup í Dubai

Óli Mortensen luttók í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á World Cup stevnuni í Dubai, og varð hann har nummar 9 av teimum 19 sum svumu í veikaru riðlunum, ella 17 av 27 um vit longu nú telja finaluriðilin seinnapartin við. Tíðin var 4:35.73, sum er eitt sindur frá hansara bestu tíð á 4:30.51, frá stevnu í Klaksvík í november í fjør. Sí úrslitalistan her.

DSC00774