Morgunvenjing í Dubai

Teir báðir Óli Mortensen og venjari Kristian Martin Joensen komu fram til Dubai í gjár, har næsta kapping í World Cup røðini verður nú hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober. Her á myndini hjá Kristian Martini eru teir til morgunvenjing í glæstriligu Hamdan bin Mohammed bin Rashid svimjihøllini í Dubai, har HM á stuttgeil var í 2010. Myndin er úr upphitingarhylinum, har tað ikki er so høgt til loftið, vegna nøkur ventilatiónsrør ella hvat hatta er sum hongur uppi undir loftinum.

oli-morgunvenjing-i-dubai

(Kristian Martin Joensen eigur myndina)

Óli 15:31.79 í 1500 frí á World Cup í Moskva

Óli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva, og varð hann har nummar 5 av teimum 11 sum svumu uttanfyri sjálva finaluna, ella 13 av 19 um vit telja finaluna við. Tíðin hjá honum 15:31.79 var aftur í dag ikki so langt frá hansara bestu tíð, sum er 15:24.32 frá NJM í Vaasa í fjør.

DSC00774

Óli Mortensen til World Cup í Moskva, Dubai og Qatar

Næsta røð av World Cup stevnum byrjar í Moskva í morgin, har eisini Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttekur. Tey kappast í Moskva nú 12. og 13. oktober, í Dubai hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober, og so aftur í Qatar sunnudag og mánadag 21. og 21. oktober. Sum skilst verður Óli einasti føroyski luttakari á World Cup stevnum í ár. Til ber at fylgja við úrslitunum her á omegatiming.com og síggja kappingina á FinaTV

DSC02326

Óli 8:25.69 í 800 frí á EJM 2013, Alvi 8:36.35

Teir báðir Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir luttóku í morgun í 800 metra frísvimjing á evropeisku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Poznan í Pólandi. Óli megnaði at seta nýtt føroyskt juniormet við tíðini 8:25.69, har hansara besta tíð til og juniormetið var 8:30.32 frá íslendsku meistarastevnuni í apríl 2013. Alvi svam teinin uppá 8:36.35, har hansara besta tíð er 8:34.96 frá Danish Open í mars mánaða. Sí úrslitalistan her.

Føroyingarnir eru nú lidnir við at svimja fyri í dag, eftir er bara morgindagurin har Eyðbjørn skal royna seg í 50 frí, og at enda teir fýra í 4×100 blandað.

Óli 16:13.45, Alvi 16:38.38 í 1500 frí á EJM 2013

Teir báðir Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir luttóku í morgun í 1500 metra frísvimjing á EJM 2013 í Poznan, og svumu teir har ávíkavist 16:13.45 og 16:38.38. Teir ruku beinanvegin eitt sindur afturum høvuðsfeltið, og Alvi so longur aftur meðan Óli stríddist við at fylgja við hinum, einar 2-3 kroppslongdir aftanfyri feltið, inntil hann eisini mátti sleppa. Bestu tíðir hjá teimum eru ávíkavist 16:08.20 hjá Óla frá íslendsku meistarastevnuni í apríl, og 16:11.88 hjá Alva frá Danish Open í mars. Skjótasti riðil svimur í kvøld, fyribils sær tað út til at Óli verður nummar 17 og Alvi nummar 20, sí úrslitalistan her.

oli-4

Føroyar 3:47.78 og nr 14 í 4×100 frí á EJM 2013

Teir fýra Eyðbjørn Joensen, Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Markus Joensen luttóku í morgun í 4×100 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan, og gjørdust teir har nummar 14 við tíðini 3:47.78. Splitt-tíðirnar vóru Eyðbjørn 55.09, Alvi 55.71, Óli 57.44 og Markus 59.54; teir eiga sjálvir føroyska juniormetið sum er 3:46.49 frá NMU í fjørsummar. Sí úrslitalistan her.

Føroyingarnir eru nú lidnir við fyrsta dag á EJM 2013, sum heldur áfram til og við sunnudagin.

Markus og Eyðbjørn, Poznan 2013

Óli, Alvi og Eyðbjørn nr 50, 52 og 55 í 400 frí á EJM 2013

Teir tríggir Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen hava í morgun luttikið í 400 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, og gjørdust teir har ávíkavist nummar 50, 52 og 55, við tíðunum 4:10.85, 4:12.58 og 4:19.68. Eitt sindur frá teirra bestu tíðum, har Óli á Reykjavík International í januar svam 4:06.44 og og Alvi á NMU í fjørsummar svam 4:08.18. Sí úrslitalistan her.

Eyðbjørn Joensen, Poznan 2013

Bólturin um úrslitini í Føroyum og í Íslandi

Rókur var at hoyra í útvarpsendingini “Bólturin” seinnapartin í gjár, har hann tók samanum úrslitini hjá Óla Mortensen og Bartali Hestoy á íslendsku meistarastevnuni og frá metinum hjá Poulu Ø. Mohr í 100 firvald, umframt at fortelja eitt sindur um komandi kappingar í Føroyum og uttanlanda.

Óli bronsu í 400 blandað á ÍM 50m 2013, Bartal føroyskt met

Teir báðir Óli Mortensen og Bartal Hestoy endaðu sína luttøku á Íslandsmeistaramót í 50m 2013 við stíli, tá ið teir í kvøld svumu finalu í 400 metra blandaðari svimjing, Óli við tíðini 4:45.85 sum gav eitt bronsuheiðursmerki, og Bartal við nýggjum føroyskum meti 4:37.09. Metið hjá Bartali var annars 4:38.10 frá Actavis Open í Hafnafirði í mars mánaða, og tað hevði rokkið til eitt silvurmerki her á ÍM 50m 2013, um ikki hann vegna kolldøming um morgunin nú svam ‘uttanfyri kapping’. Sí úrslitalistan her.

Fyrr um kvøldið luttók Óli eisini í finaluni í 200 metra frísvimjing, har úrslitið gjørdist eitt fjórðapláss í tíðini 1:59.34, eitt sindur lakari enn hansara 1:59.06 frá um morgunin. Sí úrslitalistan her. Men vit skulu nokk ikki klaga – 2 íslandsmeistarar, 3 gull, 2 silvur, 1 bronsu, 2 føroysk met og 2 juniormet, tað er heilt ókey við bara 2 svimjarum á stevnuni 🙂

Óli

  • 4:07.48 og silvur í 400 frí
  • 16:08.20, silvur og juniormet í 1500 frí (metið hjá honum var 16:09.16)
  • 8:30.32, gull og juniormet í 800 frí (metið hjá honum var 8:31.34)
  • 4:45.85 og bronsu í 400 blandað

Bartal

  • 2:10.34 og gull í 200 blandað
  • 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu (metið hjá Páli var 2:26.59)
  • 4:37.09 og føroyskt met í 400 blandað (metið hjá honum var 4:38.10)

Bartal kolldømdur í 400 blandað á ÍM 50m 2013, Óli víðari í finalu

Update! Tað sær út til at Bartal allíkavæl fer at luttaka í finaluni seinnapartin, men ‘uttanfyri kapping’. Tað vil siga at hann fær hendan eyka møguleika at svimja eina góða, offisiella langgeila-tíð, tó uttan at kunna kappast um heiðursmerki og heiðurin at verða íslendskur meistari.

Ups, Bartal Hestoy var fyri løtu síðani kolldømdur í innleiðandi riðlunum av 400 blandað á íslendsku meistarastevnuni í Reykjavík, sum merkir at hann ikki kemur at luttaka í finaluni seinnapartin. Hann hevði annars bestu tíð 4:44.90,og er sum kunnugt kanska sterkastur í akkurát hesari grein, so hatta var ein dyggur smeitur eftir nakrar annars ógvuliga imponerandi dagar í Laugardalslaug. Sí úrslitalistan her.

Hinvegin kom Óli Mortensen víðari til finalu við fjórbestu tíð í eisini hesi grein, 4:54.93 í mun til tilmeldingartíð 4:48.98, og hevur hartil góðan kjans at gera seg galdandi í heiðursmerkjastríðnum seinnapartin, serliga nú Bartal manglar. Finalurnar byrja klokkan 17:00 íslendska tíð, sum er klokkan 18:00 her í Føroyum. Fylgið við úrslitunum her á aegir.is.