Oyggjaleikir 2011 vóru teir bestu nakrantíð, siga vertirnir sjálvir

Formaðurin í Isle of Wight Games Association sigur at tað var eitt einmælt aftursvar frá luttakarunum á Oyggjaleikum 2011, at hesir vóru teir bestu nakrantíð. Alt gleið lætt, feedback frá hinum oyggjunum var framúrskarandi, og stuðulin frá Isle of Wight búgvum var øgiligur. Les Isle of Wight Country Press Online.

Organisers had plenty to look back and be proud of this week, as the games ran smoothly, feedback from the other islands was excellent, while the 53 medals the IW secured during the week-long competition was a new record.

IW Island Games Association chairman David Ball said: “There was a unanimous response that this was the best games yet. The other island teams returned home delighted and from an IW point of view, we were thrilled with the support from the community.

“Overall it has been a resounding success.”

Ná so tað er TÍ at tað eitur ‘bermuda-shorts’

Video frá endahátíðini á Oyggjaleikum avdúkar eina fyri meg heldur ókenda samanseting av klæðum: Blazara, skjúrtu, slips, langar hosur og shorts. Talan er um Jon Beard, formann fyri Bermuda Island Games Association, ið sum næsti fyriskipari av Oyggjaleikum tók ímóti oyggjaleikaflagginum. Eg eigi ein bláan blazara … men Lis sigur at ber knø afturvið blazara er eitt absolutt ‘no-no’ ! 🙂

iga-dresscode
Continue reading Ná so tað er TÍ at tað eitur ‘bermuda-shorts’

Bermuda fóru til Puerto Rico, heldur enn Oyggjaleikir

Bernews skrivar her at svimjarar hjá Bermuda komu aftur í gjárkvøldið við 5 heiðursmerkjum frá eini stevnu tey kalla “Central American & Caribbean Swimming Championships”, sum varð hildin í Mayaguez í Puerto Rico frá 27. juni til 2. juli. Har eru fínar videoir á heimasíðuni, sum eg tó ikki fái at rigga her beint nú.

30 gull var ikki nokk at vinna á Isle of Wight

Um svimjarnir høvdu vunnið 30 gull, sum formaðurin vónaði, so hevði tað ikki verið nokk at vunnið samanlagt á leikunum. Gamaní, í svimjingini hevði 30 gull rokkið væl og virðiliga til eitt 1. pláss, men Guernsey megnaði at vinna 41 gull í alt.
Í bobblugrafinum síggja vit heiðursmerkjabýtið millum oyggjarnar dag fyri dag á Isle of Wight. Tal á gull sæst á x-ásini, silvur á y-ásini, bronsu á litinum og heiðursmerkir í alt á bobblu støddini.

Gotland vann einki á svimjistevnuni

Hart lív hjá gotlendingum, tey høvdu ætlað sær heiðursmerki í bringusvimjingunum hjá Daniel Cederqvist, men hann varð bara tvær ferðir nummar 4 og eina ferð nummar 5. Cederqvist er sjálvsagt vónbrotin, sigur at hann var sjúkur og hevði okkurt annað eisini at dragast við 5 vikur áðrenn leikirnar. Tó so, hann var nøgdur við tíðirnar hjá sær, sum kanska sigur nakað um hækkaða støðið. Les helagotland.se

Är du nöjd med dina tider?
– Faktiskt. Det är tider som jag inte gjort på flera år. Men att det inte blev medalj på 50 bröst svider ännu.