Met varð sett í øllum 11 kappingum í kvøld

11 kappingar, 11 oyggjaleikamet, segði nakar menning ?

  1. 1500 frí menn – Pál Joensen (Føroyar) 15:28.85
  2. 400 blandað kvinnur – Charlotte Atkinson (Isle of Man) 4:50.78
  3. 200 firvald menn – Ian Powell (Guernsey) 1:58.43
  4. 100 firvald kvinnur – Kristina Neves (Guernsey) 1:03.03
  5. 100 bringu menn – Darren Mew (Isle of Wight) 1:02.03
  6. 50 bringu kvinnur – Andrea Strachan (Hetland) 32.57
  7. 50 rygg menn – Ian Powell (Guernsey) 25.27
  8. 200 frí kvinnur – Kristina Neves (Guernsey)
  9. 200 blandað menn – Thomas Hollingsworth (Guernsey) 2:01.00
  10. 4×50 frí kvinnur – Føroyar 1:46.70
  11. 4×50 blandað menn – Guernsey 1:43.15

Pál var suverenur í 1500 frí

Her í Føroyum var tað ikki møguligt at síggja nakra finalu, ella fyri sovítt innleiðandi riðil. Vit muga fyribils noyðast við striku- og bobblugrafum.

Continue reading Pál var suverenur í 1500 frí

Ein harður fyrsti dagur hjá svimjarunum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hóast okkara svimjarar sum heild vóru skjótari enn á seinastu leikum, so varð tað ikki til meira enn 2 gull, 3 silvur og 1 bronsu, hendan fyrsta svimjidagin á Oyggjaleikum 2011, í mun til 4 gull, 3 silvur og 2 bronsur í 2009. 30 gull tykjast tí rættiliga langt burturi, men vit eru tó enn við í kappingini um at vinna svimjistevnuna, og spurningurin er um hvat ið er betri: At røkka málinum og so gott sum køva stevnuna, ella at fáa eina harða og mennandi kapping.

OyL2011-astrid
Continue reading Ein harður fyrsti dagur hjá svimjarunum