Jon Hestoy hevur funnið internet á Isle of Wight, og fer tí regluliga at senda heim myndir og video frá leikunum, sum vit so sjálvsagt leggja út her sum skjótast. Her á Flickr er eitt serligt myndasavn til endamálið, sum vælsagtans fer at vaksa við tíðina, meðan video fer á www.youtube.com/svimjing
Tag: Oyggjaleikir 2011
Lend í Southampton
Jon umrøður stuttibuksur við Christian Tessner, og oyraproppar við Pál og Jón. Svimjistevnan kann ikki byrja nóg tíðliga, um hetta skal vera evnið til tá 😉
Did you mean “drykkjuleikir southampton” ?
Er tað Jóansøka í ár ?
Uuha, trash-talk við check-in í Vágunum í gjár 🙂
ÚF og SvF skráin mándagin 27. juni
ÚF og SvF skráin mánadagin 27. juni sær soleiðis út á kringvarp.fo samanborið við svimjikappingarnar á Isle of Wight.
Continue reading ÚF og SvF skráin mándagin 27. juni
10 debutantar við á oyggjaleikum í ár
Í ár eru 10 svimjarir við fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum. Sama talið av debutantum var eisini í 2005 og Í 1997 vóru 12 debutantar í ferðaliðnum. Men talið av debutantum hevur ikki haft stóra ávirkan á heiðursmerkjatalið. Debutantanir eru grønir í grafinum meðan veteranarnir eru bláir. Tvey, Shaila og Dia, hava metið sum super-veteranar. Tey hava luttikið 6 ferðir í part.
Continue reading 10 debutantar við á oyggjaleikum í ár
Føroyingar eru søguliga sterkir á styttri teinum á oyggjaleikum
Tá vit telja heiðursmerkini saman, sum føroyingar hava vunnið í svimjing á oyggjaleikum, so síggja vit, at føroyingar eru og hava verið sterkir á styttri teinum, serliga í bringu og frí og í stafettunum. Hinvegin eru longri teinar í blandað og firvaldi ikki tað, vit hava vunnið oftast í.
Continue reading Føroyingar eru søguliga sterkir á styttri teinum á oyggjaleikum
Pál hevur vunnið flest oyggjaleikaheiðursmerkir
Tað kann neyvan undra nakran, at Pál er tann føroyski svimjarin, sum hevur vunnið flest heiðursmerkir á oyggjaleikum. Pál hevur higartil vunnið í einstaklingakappingum 10 gull, 4 silvur og tvær bronsur (OBS! Tabellin niðast er dagførd eftir Jersey 2015, soleiðis at Pál eigur nú 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur í einstaklingakappingum). Næst eftir honum finna vit Høgna T Hansen við 6 gull, 1 silvur og 2 bronsur. Síðani hevur Elspa Mørkøre vunnið 5 gull, 2 silvur og 1 bronsu. Sí tabel niðast.
Miðalaldurin á hópunum hevur ligið í millum 16.4 ár og 21.4 ár. Metið sum elsti svimjari eigur Andrass Thomsen frá 2009, tá hann var 27 ár. Yngsti svimjarin er Benthe Andersen Birita Debes… Elspa Mørkøre, tá hon var 13 ár í 2005.
Hópurin av svimjarum hevur ligið ímillum 7 og 17, meðan heiðursmerkjahálið hevur verið millum 1 og 43.
Tabel yvir einstaklingum við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.
Úttøkustevnan í 3-2
Kringvarpið vísti í gjár myndir frá úttøkustevnuni og prát við Kristinu Eliasen, Shaila millum Garðarnar, Astrid Foldarskarð og Jon Hestoy.
Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroyar hevur á starvsnevndarfundi herfyri samtykt kravtíðir til fylgjandi altjóða meistarastevnur, í samráð við landsliðsnevnd og høvuðsvenjararnar í føroysku svimjifeløgunum:
- NUM/NJM bruttohóp til í Reykjavík í januar 2010
- Evropeisku JuniorMeistarstevnuna í Helsinki í juli 2010
- Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest í august 2010
- Evropeisku Meistarastevnuna á stuttgeil í november 2010*
- Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í desember 2010*
- HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember 2010
- Oyggjaleikir á Isle of Wight í juni 2011
- HeimsMeistarastevnuna í Shanghai í juli 2011
*Endaligu kravtíðirnar ikki ásettar enn, av tí at undanfarna stevna ikki hevur verið svomin enn, og útrokningargrundarlagið tí ikki er kent.
Continue reading Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri