Upptakt – Fjórði morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt:  Næstan heima – Vit burdu havt eitt sikkurt heiðursmerki í 400 frí, og hava góðar møguleikar í øðrum kappingum eisini. Nú handlar tað mest um hvør ið hevur orku eftir, og hvør ið klárar at seta seg mest upp til síðsta dag.

Continue reading Upptakt – Fjórði morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Triðju finalur á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Triðja finalukvøldið kann gerast eitt av teimum tyngru hjá føroysku svimjarunum, nú vit nærmast hava vant okkum við at vinna gullheiðursmerki. Hóast vit aftur hava svimjarar við í nógvum finalum, so verður kampurin harður um at vinna heiðursmerki. Continue reading Upptakt – Triðju finalur á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Triði morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Hetta er vanliga ein harður dagur hjá okkum føroyingum, har hinar oyggjarnar plaga at hála inn á okkum í heiðursmerkjastríðnum. Men okkurt sikkurt heiðursmerki burdi verið, til dømis í 400 frí og í 200 rygg hjá kvinnum.

Continue reading Upptakt – Triði morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Næstu finalur á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Aftur í morgun gekk tað útmerkað hjá føroyingunum á Oyggjaleikum á Gotlandi, so at vit í kvøld hava svimjarar við til allar finalur uttan teirri einu. Hartil setti Signhild Joensen oyggjaleikamet í 100 rygg.

Continue reading Upptakt – Næstu finalur á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Næsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Aftur annan dag fáa vit svimjara beinleiðis víðari til finalupartin, við tað at Vár E. Eidesgaard hevur bestu tilmeldingartíð í 800 frí. Á pappírinum sær tað gott út, og so fáa vit at síggja hvussu tað roynist í hylinum.

Continue reading Upptakt – Næsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Tað sær út til at Føroyar fáa eina góða byrjan uppá Oyggjaleikir 2017, við klárum favorittum í fyrstu kappingum. Óli Mortensen og Marius Gardshodn eru longu kvalifiseraðir til finalupartin seinnapartin, við bestu og næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí.

Continue reading Upptakt – Fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2017

So eru tað Oyggjaleikir 2017

Oyggjaleikirnir á Gotlandi eru nú settir, har svimjistevnan byrjar í morgin árini, við innleiðandi riðlum og finalum í fýra dagar. Útlitini eru rættiliga góð hjá føroyingum, um enn tað er ein eyka avbjóðing, at einans fimm svimjarar sleppa í hvørja finalu.

Continue reading So eru tað Oyggjaleikir 2017

Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var HS-stevnan nú 19. og 20. november eisini hin næsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt var at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tær tvær afturat sum kláraðu kravtíð í Tórshavn, umframt tveir við undantaksloyvi á DM á stuttgeil 2016.

Continue reading Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017