Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Gibraltar hava sent okkum luttakarum kunning sum fortelur millum annað, at ætlaða takið ikki verður klárt, umframt at skiftirúmini heldur ikki eru heilt klár.

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Gibraltar hava sent okkum luttakarum kunning sum fortelur millum annað, at ætlaða takið ikki verður klárt, umframt at skiftirúmini heldur ikki eru heilt klár.
Svimjisambandið hevur sum kunnugt avgjørt at kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 skulu klárast á fýra útvaldum svimjistevnum, um ikki serlig avtala er gjørd við svimjaran. FM á stuttgeil 2018 var fyrsti møguleiki at royna eftir kravtíð, og vóru tey 7 sum skrivaðu seg upp sum møguligir svimjarar til Oyggjaleikir á Gibraltar.
Continue reading Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.
Spennandi spennandi … ger ein offroad-golfvøll til teir spælarar sum virkuliga meina tað (“ná so hann er for sverur fyri teg?”), og brúka so heldur pengarnar uppá ein góðan svimjihyl í Havn ! 🙂
“Føroyar og Menorka eru í boði at hava leikirnar í 2019 og 2021. Á aðalfundinum fyrrapartin gjørdi formaðurin í Altjóða Oyggjaleikanevndini greitt, at Føroyar liggja betri fyri at fyriskipa leikirnar í 2019 enn Menorka. Føroyska umboðini fegnast um hesa útmelding frá Altjóða Oyggjaleikanevndini.”
Les meira her á isf.fo.