Pál 14:57.76 og víðari til HM-finalu í 1500 frí

Pál Joensen megnaði enn einaferð at svimja seg víðari til altjóða finalu á hægsta stigi, tá ið hann í innleiðandi riðlunum av 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:57.76. Finalan er í annaðkvøld, sunnukvøldið 4. august 2013.

Untitled

Pál svam í triðja riðli av fýra, og tað sá ógvuliga kontrollerað út. Pál valdi ikki at fylgja við innleiðandi oddafiskunum í sínum riðli, sum millum annð taldu Gergely Gyurta úr Ungarn, ið sum nevnt luttók í 25 km havsvimjing síðsta vikuskifti.

Hann slepti tó ongantíð endanum heilt, og dróg teir so inn aftur ímóti endanum. Kanadiski Ryan Cochrane vildi nokk prógvað nakað, og var tí ongantíð til at fanga í hesum riðli; men Pál tók so allar hinar aftur, íroknað avstralska Jordan Harrison í einum seigpínandi endaspurti á umleið 200 metrar.

Planurin helt so gott sum fullkomiliga; Pál svam gott nokk nøkur sekund skjótari enn hann hevði ætlað og væntaði vildi røkka til eina finalu, men tað mátti nokk til til at tryggja sær plássið í finaluni. Og síðsti riðil vísti seg so lukkutíð ikki at eiga nakra sensatión. Eitt fimtapláss í finaluni er óført, tí tá liggur hann mest sannlíkt nær teimum sum fara at føra í morgin, og kann so betur draga nyttu at teimum.

úrslitalistan her.

Sjeyndi dagur á BCN2013

Ein stutt briefing áðrenn sjeynda kappingardag á HM í svimjing 2013. Í dag skal Pál royna at kvalifisera seg til finaluna í 1500 metra frísvimjing, í innleiðandi riðlunum sum byrja klokkan 09:49 føroyska tíð. Pál er í triðja riðli sum byrjar góðan hálvan tíma eftir at fyrsti riðil er byrjaður, tað vil siga umleið klokkan 10:30 í Føroyum.

Pál 7:52.57 og nr 7 í 800 frí á HM 2013 í Barcelona

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 800 metra frísvimjing á HM 2013 í Barcelona, og varð hann har nr 7 av teimum 8 luttakandi í finaluni. Tíðin 7:52.57 var nakað verri enn hansara tíð frá innleiðandi sum var 7:50.81; men er tó enn ein heimsklassatíð.

Gongdin í kappingini var tann, at feltið sum heild legði hart út, við Sun Yang og øðrum á odda. Pál legði ikki heilt so hart út sum teir skjótastu, og dragnaði so líðandi til at liggja aftast í riðlinum, inntil seinastu metrarnar har hann tók aftur Oussama Mellouli. Sí úrslitalistan her.

Eg havi ikki sjálvur fingið tosað við Pál enn, men skilji á øðrum at hann nú aftaná heldur at hann burdi havt lagt harðari út. Munurin gjørdust ov stórur millum teir fremstu og hann, til at hann kundi taka teir aftur, og so kundi tað kanska vera líkamikið. Venjarin Shannon Rollason sigur at teir nú eru tað klókari.

So nú er at rysta hetta av sær, og royna at koma í finaluna í eisini 1500 frí.