Video frá Mare Nostrum stevnunum í Canet

Norðmenn eru raskir at taka upp og leggja út; her er video frá finalunum í 400 og 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, har Pál Joensen luttók, umframt finalan í 100 firvald har Magnus Jákupsson luttók.

Pál er her í hvítari hettu á geil 6 (triðnærmast okkum)

Og her er hann aftur í hvítari hettu á geil 8 (nærmast okkum)

Her er tað Magnus Jákupsson í svartari hettu á geil 6 (triðnærmast okkum)

Har eru nógvar aðrar videoir frá Canet, sí teirra playlista á YouTube

Rás2 18. juni 2013 kl 17:00 um doping

Eitt brot her niðanfyri úr tíðindasendingini hjá Rás2 fyrradagin, um tað at Pál fær bronsuna frá HM í Istanbul 2012 skifta um við silvur, nú Mads varð tikin fyri doping. Tey tosa eisini við Pál, um hvussu tað kennast at vinna silvurheiðursmerkið uppá hendan hátt, og um hesar báðar dopingsakirnar hjá dønum nú í vár.

Rod Gilmour sjósett heimasíðu til sína bókaverkætlan um Pál Joensen

Tit minnast óivað hvussu vit høvdu vitjan av bretska ítróttarjournalistinum Rod Gilmour runt FM 2013 í mai mánaða, í sambandi við at hann skrivar bók um Pál Joensen. Nú fyri løtu síðani sjósetti hann heimasíðuna thepaleffect.tumblr.com, sum hann í samrøðu lýsir sum “the website for Pál’s book project”.

thepaleffect-tumblr-com

Pál 15:19.66 og nr 4 í 1500 á Mare Nostrum Canet

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt fjórðapláss í altjóða kapping, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:19.66. Japanski Ayatsugu Hirai vann við tíðini 15:02.51, ukrainski Sergiy Frolov vann silvur við 15:13.58 og franski Anthony Pannier bronsu við 15:16.77. Splitt-tíðirnar benda á at Pál helt fast í taktikkinum at leggja hart út, har japanin so svaraði aftur longu eftir 150 metrum, og hinir so hingu í teimum báðum oddafiskunum. Pannier dróg framum Pál tá ið teir høvdu svomið 550 metrar, og Frolov tá ið teir høvdu svomið umleið 1000. Sí úrslitalistan her á heimasíðuni hjá Mare Nostrum stevnunum.

Magnus Jákupsson svam seg í B-finalu í 50 metra firvaldasvimjing, har hann við tíðini 25.17 varð triðskjótastur, ella 11. skjótastur tá ið vit telja A-finaluna við.

Mare Nostrum stevnurnar eru hervið avgreiddar, og næsta avbjóðing hjá hesum báðum verður so mær kunnugt DM á langgeil í Bellahøj hin 1. til 6. juli 2013.

Pál 1:52.76 og B-finalu í 200 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til B-finalu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:52.76. Nokk til eitt fyribils 14. pláss, ið er betur enn hansara upprunaliga styrkismeting á startlistanum sum nummar 18, hóast tað er nakað seinni enn hansara tilmeldingartíð á 1:51.05. Sí úrslitalistan her.

DSC00897

B-finalurnar eru tíðliga seinnapartin, og til tey sum ikki vita tað, so svimur man tá bara um heiðurin og møguliga betring av sínum tíðum, uttan møguleika at vinna heiðursmerki. Bartal Hestoy er sum nevnt eisini víðari til B-finalu í 400 metra blandaðari svimjing, og hartil er Magnus Jákupsson víðari til B-finalu í 100 rygg og 100 firvald.
Continue reading Pál 1:52.76 og B-finalu í 200 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál 3:53.25 og 4. pláss í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

pal-i-barcelonaPál Joensen megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til eitt fjórðapláss á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:53.25. Taktikkurin tykist at hava verið hin sami sum í morgun, at leggja hart út og so royna at halda, tí Pál var í heilum fremst ella næstfremst, inntil síðstu 50 metrarnar. Suðurafrikanski Devon Brown Myles vann við tíðini 3:52.47, japanski Ayatsugu Hirai vann silvur við 3:52.70 og ungi finnlendingurin Matias Koski vann bronsu við 3:52.86. Sí úrslitalistan her.

Pál 3:55.31 og víðari til finalu í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3.55.31, ið var 5. skjótast í mun til hinar 48 í kappingini. Hann er enn rættiliga merktur av harðari venjing í Avstraliu og síðani flogferð heim aftur leygardagin, so taktikkurin var rættiliga einfaldur at leggja hart út og síðani síggja hvussu langt tað rakk. Tí førdi hann eisini fyrsta strekkið, áðrenn teir so líðandi fóru at togast um fremstu plássini. Splitt-tíðir (og plasering) 27.08 (1) – 56.02 (1) – 1:55.74 (1) – 2:25.94 (2) – 2:56.23 (3) – 3:26.32 (4) – 3:55.31 (5). Sí úrslitalistan her.

Finalan er sambært skránni kl 19:34 Barcelona tíð í kvøld, sum er kl 18.34 her í Føroyum.

DSC00882

Startlistin klárur til DM á langgeil 2013

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Donsku Meistarastevnuna á langgeil, sum verður í Bellahøj frá 1. til 6 juli 2013. Teirra heimsmeistarar verða har so gott sum allar, Jeanette Ottesen, Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen og Pernille Blume men ikki knæ-skadda Mie Ø. Nielsen. Viktor B. Bromer silvurvinnari frá EM á stuttgeil í fjør verður har eisini, og okkara Pál Joensen liggur til at vinna 200 og 400 frí. Frans Johannsen stendur til at svimja 200, 400 og 800 frí, men tað avhongur nokk rættiliga nógv av útfallinum í dopingviðgerðini hesar næstu dagarnar. Magnus Jákupsson liggur til at vinna gull í 50 rygg, silvur í 50 firvald, 100 rygg og 200 rygg og bronsu í 100 firvald. Annars er tað merkisvert at amerikumennirnir báðir Anders Lie Nielsen og Mads Glæsner ikki vera til staðar, hóast Morten Klarskov sum eisini svimur ‘over there’ fer til Danmarkar at kappast.

Magnus Jákupsson á Danish Open

Pál eisini millum favorittarnar á Mare Nostrum í Canet

So er startlistin klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet-en-Roussillon, har vit millum annað síggja at Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 400 metra frísvimjing, umframt 8. bestu í 1500. Hendan stevnan er 15. og 16. juni, altso bara vikuskiftið eftir at Pál saman við øðrum føroyingum hevur luttikið á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, týsdag og mikudag 11. – 12. juni, har hann eisini liggur til at vinna gull í 400 frí.

Í Canet luttekur eisini Magnus Jákupsson, við 19. bestu tíð í 50 frí, 40. bestu tíð í 100 frí, 9. bestu tíð í 50 firvald, og 8. bestu tíð í 100 firvald. Har burdi verið møguleiki fyri einum finaluplássi eisini.

DSC03350

(Pál við bronsu fyri 1500 frí í Canet í 2010)

Pál á venjingarlegu hjá Denis Cotterell í Avstralia

Pál Joensen er í hesum døgum á venjingarlegu hjá einum av teimum absolutt bestu langteinavenjarunum í heiminum, Denis Cotterell har suðuri í Gold Coast, Queensland. Cotterell er tiltikin fyri at vera venjarin aftanfyri legenduna Grant Hackett, sum vann OL-gull í 1500 metra frísvimjing í 2000 og 2004, umframt silvur í 2008 og onnur heiðursmerki eisini. Hann vandi eisini Sun Yang eitt skifti í fjør, sum síðani vann gull í 400 og 1500 frí á OL í London, og fekk nú 17-ára gamla Jordan Harrison við til HM í summar, við óføru tíðini 14:51.02 (á langgeil) á avstralsku úttøkustevnuni til Barcelona 2013.

Her niðanfyri síggja vit Pál og Denis í (suff) dyrdarveðri á gullstrondini í Avstraliu, Pál heilsar at “Her gongur sera væl. Okur svimja øgiliga hart, næstan hvørja venjing og arbeiða sera nógv við teknikki.”

pal-og-denis