Bretskur journalistur skrivar bók um Pál Joensen

Bretski ítróttarjournalisturin og rithøvundurin Rod Gilmour er hesa vikuna á vitjan í Føroyum, í sambandi við at hann er í ferð við at skriva eina bók um Pál Joensen. Hetta er sami Gilmour sum eftir 1500 meturin í London skrivaði hesa grein í The Telegraph, har hann sum vit onnur staðfesti ‘floppið’, men tó so hevði rós til yvirs fyri Páli. Hann hevur sum eg skilji fylgt við menningini hjá Páli líka síðani EJM í Beograd í 2008, og hevur altso nú gjørt av at skriva eina bók um føroyska úrmælingin. Sig so tað 🙂

Úr greinini í The Telegraph:

“The London Games have already had their share of fairytale stories. Aged 21, Joensen will be back. The Faroese dream will just have to wait.”

Jón & Pál checking out split times at Budapest 2010

Pál 3:49.63 og gull á Bergen Swim Festival 2013

Pál Joensen vann sær í dag enn eitt altjóða gullheiðursmerki, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial svam teinin uppá 4.49.63. Stórtalentið Henrik Christiansen í Noregi varð nummar 2 við 3:52.06, og ungarski Zsombor Szana nummar 3 við 3:59.20. Besta tíð hjá Páli er væl skjótari enn hetta, 3:40.12 í ‘superdrakt’ og 3:41.05 í stuttibuksum; men sum man sigur … vunnið er vunnið 🙂

úrslit á medley.no

bsf-2013-men-400-free

Startlistarnir til Bergen Swim Festival klárir

Bergen Swim Festival verður sum kunnugt 19. – 21. apríl 2013, við sterkum felti allarhelst serliga tí at tað í ár hevur fingið hjánavnið ‘Alexander Dale Oen Memorial’, til minnis um norska heimsmeistaran sum doyði beint undan hesi stevnu í fjør. Startlistanir síggjast her, har vit millum annað síggja at Pál Joensen hevur bestu tíð í 400 metra frísvimjing, og næstbestu í 200 metra frí.

bsf2013mens400free

Pál stríðist við sjúku, sigur Jón Bjarnason

DR tosar júst nú við Jón Bjarnason, sum kundi avdúka at Pál Joensen hevur kempað við sjúku hesar seinastu dagarnar. At hann hevði trappað eitt sindur niður til hesa stevnu, og ætlað sær betri tíðir; men at tað so fór eitt sindur í fisk av onkrari infektión. Pál tekur tí nakrar frídagar, til at fáa hetta uppá pláss, og kann so annars troysta seg við at hendan stevnan ikki sum hjá dønum var avgerandi fyri altjóða úttøku í summar.

pal-a-danish-open-2013

(Pál á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Pál Joensen 8:07.21 og gull í 800 frí á Danish Open 2013

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Danish Open 2013, tá ið hann í besta riðli í Bellahøj svam teinin uppá 8:07.21, tíggjunda besta tíð í heiminum í ár. Alvi Hjelm varð nummar 4 við frálíku tíðini 8:34.97, ið er ein pen betring í mun til hansara bestu tíð á 8:41.68 frá NMU 2012. Sí úrslitalistan her.

Pál, Frans og Alvi í finalu í 400 frí

Pál Joensen svam seg í morgun sum væntað í finalu í 400 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við fyri hann løttu tíðini 4:00.30, ið vísti seg at verða bestu tíð av teimum 20 í innleiðandi riðlunum. Føroyingurin við donskum svimjitjóðskapi Frans Johannesen svam seg eisini trygt í finaluna við 4:07.66 og fimtbestu tíð … og ungi klaksvíkingurin Alvi Hjelm kom eisini í finaluna við 4:08.67 og sjeyndbestu tíð (!). Sí úrslitalistan her

alvi-danish-open

(Alvi óivað í gongd við okkurt spas á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Stjørnurnar streyma til Bergen Swim Festival 2013

Ógvuliga jalig tíðindi á simma.nu/no – Eitt ótal av heimsklassasvimjarum hava boðið frá luttøku á Bergen Swim Festival hin 19. – 21. apríl 2013, nú stevnan í ár hevur fingið hjánevni ‘Alexander Dale Oen Memorial’, til heiðurs fyri norska heimsmeistaran ið doyði beint undan stevnuni í fjør. Pál Joensen er ein av teimum sum hevur boðað frá luttøku. Sí pressuskriv frá BSF.

bsf2013
Continue reading Stjørnurnar streyma til Bergen Swim Festival 2013

Stjórnin í ÍSF ósamd um at Pál skuldi fáa úrvalsstuðul

Hoyr ljóðbrotið her niðanfyri úr Útvarpstíðindunum hjá Kringvarpi Føroya hin 9. mars 2013 klokkan 18:00. Stjórnin í ÍSF var ikki samd um at Pál Joensen aftur í ár skuldi fáa 500.000 krónur av játtanini á fíggjarlógini til úrvalsstuðul. Tí skal ein nevnd nú fáa greiðu á, hvussu stuðulin skal býtast í framtíðini. Stjórnin hevði fund hóskvøldið, og gjørdi av at svimjarin Pál Joensen aftur í ár fær 500.000 krónur av stuðlinum frá landinum. Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, fær hinar 100.000 krónurnar.

ÍSF avgjørt at Pál Joensen í 2013 fær úrvalsstuðul á 500.000

ÍSF hevði stjórnarfund í gjár, har tey millum annað samtyktu at geva Páli Joensen 500.000 krónur av teimum 600.000 sum Løgtingið hevur játtað til úrvalsarbeiði í 2013. Altso óbroytt upphædd har í mun til 2012, og eisini umleið óbroytt upphædd til Svimjisambandið í landskassastuðli og frá veddingarpengunum.

The Istanbul 2012 men's 1500 freestyle medal podium