Galimatias um ÍSF vil minka úrvalsjáttanina til Pál

Vit eru nú tveir mánaðir inni í árinum 2013, uttan at ÍSF hevur tikið støðu til hvussu tær 600.000 krónurnar skulu býtast, sum Løgtingið í 2012 játtaði til úrvalsarbeiði í 2013. Eg havi vegna meg sjálvan og hesa heimasíðu spurt meg fyri hjá starvsnevnd ÍSF, og skilji at tey arbeiða við at broyta uppá nýtsluna av úrvalspengunum, tí at stjórnin har meinar at tað skal koma fleiri tilgóða.

Pál Joensen bronze at Istanbul 2012
Continue reading Galimatias um ÍSF vil minka úrvalsjáttanina til Pál

Pál Joensen 2:26.59 og nýtt føroyskt met í 200 bringu

Pál Joensen hevur í dag sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á donsku Øst Langbane Mesterskaber í Ballerup svam teinin uppá 2:26.59, har metið hjá Markusi Joensen frá NMU 2012 var 2:32.59. Hetta var klárt besta tíð í innleiðandi riðlunum, og eisini væl skjótari enn vinnaratíðin í finaluni, har Pál tó ikki luttók. Sí úrslitalistan her.

DSC_0165

Pál og Jón á venjingarlegu í Thailandi

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum saman við danska landsliðnum á venjingarlegu í Thailandi, Pál tí hann venur á NTC (det Nationale TræningsCenter), og Jón sum hjálp nú danir skifta landsliðsvenjara.

Her er ein video sum Pál legði út í morgun, við viðmerking ‘monkey likes coke’

Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Danskir miðlar endurgeva í dag nýklækta heimsmeistaran Mads Glæsner fyri at siga, at hin nú fráfarni landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer beinleiðis oyðilegði hansara Olympisku Leikir, við bevíst at lata allan hópin fylgja eini skrá sum niðurraðfesti venjingina hjá harrunum, til frama fyri kvinnurnar, hatta hálva árið undan OL tá ið eisini Pál Joensen var við í hópinum. Ein ætlan sum Mads sigur at Wildeboer avdúkaði bara fáar dagar undan OL. Les t.d. Sporten.dk

– Paulus lagde ikke skjul på, at træningen ikke var forberedt til svømmere udefra. Det fortalte han os et par dage før OL. At træningen var planlagt og tilrettelagt for nogle få svømmere, og så kunne vi andre bare følge med. Den information havde jeg meget svært ved at få et par dage inden OL, konstaterer Mads Glæsner med ærgrelse i stemmen.

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans
Continue reading Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Pál 4:39.15 og stórt føroyskt met í 400 blandað

Pál Joensen setti í morgun føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á Flanders Speedo Cup í Antwerpen svam teinin uppá 4:39.15, har metið hjá Magnusi Jákupssyni frá Bellahøj Cup í 2012 var 4:43.68. Sí riðlaúrslitið her. Í finaluni í 200 frí svam hann seg til eitt fimtapláss við 1:51.80, har føroyska metið hjá honum er 1:48.98, og í 1500 frí sær tað út til at hann vann við tíðini 15:25.99.

Tey hava vist nokk havt webcast frá stevnuni, men tað fann eg einki um á stevnusíðuni, soe …



Live broadcast by Ustream

Pál 3:55.44 og gull í 400 frí á Flanders Speedo Cup í dag

Pál Joensen luttók í dag á Flanders Speedo Cup í Antwerpen í Belgia, har hann við tíðini 3:55.44 megnaði at vinna gull í 400 metra frísvimjing. Sí úrslitalistan her. Hetta er langgeilastevna har eisini danska Rikke Møller Pedersen luttók, umframt aðrir klassasvimjarar sum brasilski Bruno Fratus, svenska Joline Höstman og ungarsku Laszlo Cseh og Dániel Gyurta.

SwimNews orðar her Pál sum ein av profilunum á stevnuni:

Among other big names at the meet, Pal Joensen (FAR) took the 400m free in 3:55.44; Bruno Fratus, the Brazilian member of the ADN Project, clocked 22.49 to take the 50m freestyle;