Pál Joensen í Ghetto Føroyar

Áhugavert innslag her í Ghetto Føroyar sendingini 29. november 2012, har tey tosa við ‘útisetan hesa vikuna’ Pál Joensen, um eina rúgvu av teimum spurningum ið vit sikkurt eru fleiri ið ganga runt við. Um fyrireikingina til HM í Istanbul, um at skifta venjara, um langhyl í Vági, um tað at svimja sum ‘danskari’, og annað.

Continue reading Pál Joensen í Ghetto Føroyar

Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012

Pál Joensen svam fyri løtu síðani 1500 frí á EvropaMeistarastevnuni í Chartres í Fraklandi, og gjørdist har nummar 7 í finaluni og nummar 9 samanlagt, við tíðini 14:57.21. Ungi italiumaðurin Gregorio Paltrinieri vann gull við óføru tíðini 14:27.78, ukrainin Sergiy Frolov silvur við 14:30.87 og fraklendingurin Anthony Pannier bronsu við 14:41.97.

DSC00787

(Myndin er frá World Cup í Berlin 2012)
Continue reading Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012

Pál 3:47.94 og nr 21 í 400 frí á EM í Chartres

Pál Joensen hevur í morgun roynt seg í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni á stuttgeil í Chartres í Fraklandi. Men tað bleiv so ikki til nakað finalupláss, tíðin 3:47.94 rakk til eitt 21. pláss millum teir 37 luttakandi, sum ikki telur serliga nógv uttan tá ið samanborið verður við hinar sum fara at svimja 1500 frí finalu, leygardagin. Okkurt kundi nevniliga bent á at fleiri av teimum brúktu 400 til at fyrireika ferðina til 1500, meðan aðrir av álvara valdu at kappast í 400 eisini …

  • #1 Gabriele Detti (ITA) 3:43.03
  • #4 Sergiy Frolov (UKR) 3:43.85
  • #8 Gregorio Paltrinieri (ITA) 3:45.17
  • #11 Anthony Pannier (FRA) 3:45.71
  • #15 Patrik Rakos (HUN) 3:46.23
  • #21 Pál Joensen (FAR) 3.47.94
  • #29 Damien Joly (FRA) 3:50.04
  • #30 Mateusz Sawrymowicz (POL) 3:50.21

úrslitalistan frá 400 her og startlistan til 1500 her

So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu

Pál Joensen fer í morgin árini at luttaka í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni 2012 í franska býnum Chartres, nær París. Offisielli startlistin er nú klárur; Pál hevur enn bestu tilmeldingartíð 3:41.05 frá EM í Stettin í fjør, og liggur tí á bestu geil í fimta og síðsta riðli , har flestu eygu tó óivað eru á Yannick Agnel í triðja riðli, sum á fronsku meistarastevnuni síðsta hósdag setti nýtt heimsmet, 3:32.25.


Continue reading So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu

Stuðla Páli í at stuðla Movember-tiltakinum

Breaking news á Facebook, Pál Joensen hevur fingið sær yvirskegg og ein Movember profil, so nú er møguleiki at stuðla bæði okkara nýggja Mark Spitz og arbeiðnum at basa prostata-krabba, við at flyta nakrar pengar á hansara Movember-konto. Og ja, Pál sigur seg vilja svimja við hasum á EM í hesi viku, so vit skulu kanska niðurjustera forvæntningarnar nakað 🙂

Pál 14:44.83 og silvur í 1500 frí á World Cup í Tokyo

Pál Joensen megnaði tíðliga í morgun at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á World Cup stevnuni í Tokyo, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 14:44.83, har amerikanski Michael Klueh svam 14:38.64 og japanski Aiatsugu Hirai 14:45.60. Tað vóru Klueh og ein Youhei Takiguchi sum løgdu harðast út, Klueh 55.87 eftir 100 metrum og síðani Takiguchi á odda frá 150 til 900 metrar, har Pál nærum mátti sleppa Klueh beinanvegin, men so allíkavæl kom aftur í aftur og førdi á Klueh frá 350 til 650 metrar. Sí úrslitalistan her og gev gætur at tað mest sannlíkt fer at bera til at endursíggja kappingina her á FinaTV.

Pál Joensen happy with his Szczecin 2011 400 freestyle

Pál Joensen 1:49.35 og nr 18 í 200 frí á World Cup í Tokyo

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Tokyo, og gjørdist har nummar 18 við tíðini 1:49.35, eitt vet spakuligari enn teir 1:49.00 sum hann megnaði í Berlin. Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 25.85, 53.52 (27.67), 1:21.49 (27.97) og 1:49.35 (27.86), sí úrslitalistan her.

Pál Joensen at Budapest 2010

Klokkan 06:30 føroyska tíð fer hann at luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing, har kappingin verður serliga ein japani kallaður Ayatsugu Hirai, umframt Michael Klueh úr USA. Kappingin fer møguliga at kunna síggjast á FinaTV – sigi møguliga tí at tey onkuntíð droppa innleiðandi langteinin (800 hjá kvinnum, 1500 hjá monnum).

Pál tvær ferðir nr 19 á World Cup í Tokyo

Tað gekst ikki so væl hjá Páli Joensen í Tokyo í nátt; fyrst gjørdist hann nr 19 í 400 blandað við tíðini 4:22.92, har føroyska metið hjá honum er 4:18.97 frá HS-stevnu í vár, og síðani gjørdist hann nr 19 eisini í 400 frí, við tíðini 3:51.67 har hann á World Cup stevnuni í Berlin herfyri svam 3:50.34 í innleiðandi og síðani 3:47.30 í finaluni. Skulu vit gita hvat sum gekk galið í 400 frí (sum vælsagtans var tann meira týðandi greinin), so hevur 400 blandað kanska merkt hann eitt sindur, umframt at støðið í Tokyo var hægri: Í Tokyo skuldi tú svimja 3:48.18 fyri at sleppa í finaluna, meðan 3:50.34 var nokk í í Berlin.

Í morgin (tvs. í nátt) skal hann royna seg í finaluni í 1500 metra frísvimjing, umframt í innleiðandi 200 frí.

DSC00816

Orsaka annars at finalurnar longu eru svomnar, hóast eg í gjár skrivaði at tær byrjaðu klokkan 09:15. Tíðarætlanin hjá FINA sigur at tær byrja klokkan 09:15 (GMT) … tað burdi verið sama tíð í Føroyum, nú um veturin, men okkurt er so svipsað har.

Og orsaka at eg fyrr í morgun skrivaði at hann hevði sett føroyskt met, har er koks í metlistanum hjá okkum.

Pál í eldin á World Cup í Tokyo, 6. – 7. november 2012

So er tíð til eina World Cup stevnu afturat hjá Páli Joensen, tá ið hann í morgin og ovurmorgin fer at luttaka á stevnuni í Tokyo. Startlistarnir síggjast her á OmegaTiming.com, har vit síggja at Pál er styrkismettur sum nummar 2 í bæði 400 og 1500 frí, umframt at hann fer at royna seg í 200 frí og 400 blandað (!).

DSC00812

Vegna tíðarmunin yvir til Japan er tað longu á midnátt her at tey byrja innleiðandi riðlarnar, við møguleika hjá okkum at fylgja við live timing á OmegaTiming.com. Og í morgin og ovurmorgin er tað so finalur beinleiðis á FinaTV, frá klokkan 09:15 føroyska tíð. Sí annars stevnusíðuna her á fina.org