Pál Joensen 1500 frí finalu á World Cup í Berlin 2012

Pál Joensen luttekur her í 1500 metra frísvimjing finaluni á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Hann hevði keikt sær fótin nakað áðrenn hesa stevnu, og var tí fyri so vítt nøgdur við at kunna hanga í upptil 800 metrar, tá ið hann mátti sleppa og varð nummar 7 av teimum 8 í finaluni, við tíðini 15:04.97. Sí úrslitalista her

Pál Joensen 200 frí á World Cup í Berlin 2012

Pál Joensen luttekur her í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Hann var sjálvur eitt sindur skeptiskur um hvussu tað fór at verða á hesum stutta teininum, nú hann so gott sum einki beinspark hevði vegna keiktan fót, og tað varð heldur ikki til meira enn 1:49.00 og eitt 16. pláss, av 41 luttakandi. Sí úrslitalista her.

Pál Joensen 400 frí finala á World Cup í Berlin 2012

Pál Joensen luttekur her í finaluni í 400 metra frísvimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Hann hevði keikt sær fótin nakað áðrenn, og fekk tí ikki brúkt hann nakað serligt. Tíðin 3:47.30 rakk til eitt 5. pláss, og Pál var eftir umstøðunum nøgdur. Sí úrslitalista her.

Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

Fyri løtu síðani svam Pál seg til eitt sjeynda pláss í 1500 frí í Berlin við tíðini 15:04.97. Hóast hann hevði næstbestu tilmeldingartíð, vóru vónirnar til heiðursmerki í dag ikki so stórar, tí hann hevur keikt fótin og tað er ikki langt síðani hann byrjaði at venja aftur aftaná feriu.

DSC00923
Continue reading Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

FINA TV: It’s fantastic that he managed to the finals

So segði frásøgumaðurin um Pál Joensen á FINA TV beint undan finaluna:

“…and finally Pal Joensen, which many of you will know. From the Faroes. Though the conditions that he has to train in is incredible. There aren’t any proper swimmingpools, or that is the lates I’ve heard, in the place where he lives on the Faroe Islands. So it’s fantastic that he managed to make it to the finals…”

Wildeboer: Pál vil hava ‘hevnd’

Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer greinar her á svoem.dk støðuna nú eftir OL, har tey millum annað tosa um fokus:

“Right now we all have problems to focus on this season. Rikke and Pal are doing great, they want “revenge”! The others are still in the process to digest the Olympics and get inspired once more about the coming competitions. I expect that to change during the month of October. Everything will be more normal when we start competing again. Then swimmers will know what has to be done to get back in a reasonable shape.”

DSC00171

Lutfalsligt vónbrot

Tað gekk ikki sum ætlað hjá Páli í London. Tíðin hjá honum, 15:18.42, í 1500 frí var ikki nóg góð at koma í OL finalu. Men hon var bert 5/100 sekund frá gulltíðini í Beograd í 2008. At botnstøðið hjá Páli er so høgt, vísir, at hann er ein svimjari í heimsklassa.


Splitttíðirnar hjá Páli versnaðu í London í mun til Shanghai
Continue reading Lutfalsligt vónbrot