Pál ein tíggjundapart frá OL-finaluni í 400 frí

Huff, hatta var so tað, Pál Joensen svam gott, í harðari kapping við Sun Yang og amerikanararnar báðar Conor Dwyer og Peter Vanderkaay, hini kinesin Yun Hao eisini har umleið í riðlinum, til teir fýra at enda togaðu frá Páli í spurtinum. Endaliga tíðin hjá Páli 3:47.36, akkurát ein tíggjundapart frá kanadiska Ryan Cochrane sum við 3:47.26 í riðli 2 varð síðsti maður í finaluna. Nú er at hugsa fram til innleiðandi 1500 frí fríggjamorgunin 3. august, og gleðast um at hann í øllum førum ikki smokkaði burtur í millum.

Screen Shot 2012-07-28 at 12.13.29 PM

TV2 um hvussu Pál hevur vant saman við Mellouli

Áhugaverd grein her á tv2.dk, um hvussu Pál hesar seinastu mánaðirnar hevur vant saman við tunesiska OL-meistaranum í 1500 metra frísvimjing, Oussama Mellouli … eisini tí at hóast Mads Glæsner hevur verið við líka langt sum Mellouli, so verður hann her bara lýstur sum tann ið fekk samband millum danska OL-hópin og Mellouli.

“Jeg træner normalt meget alene, men det har været godt at have nogen at svømme med, og det gælder sådan set hele det danske landshold,” siger Joensen.
Joensen og Mellouli har mere eller mindre fulgt det samme program op til OL, og de har naturligvis også svømmet om kap undervejs.
“Jeg har da slået ham nogle gange, men han har altså også slået mig,” siger færingen.

Pál og Ous í Rijeka

OL-skráin hjá Páli Joensen

Danska/norska legan í OL-býnumNú er ikki ein vika til Pál svimur á OL í London, og tíð tí at endurtaka skránna:

  • Leygardag 28/7: 400 frí innleiðandi frá kl 10:47
  • Leygarkvøld 28/7: kanska 400 frí finala kl 19:49
  • Týsdag 31/7: 4×200 frí innleiðandi frá kl 11:17
  • Týskvøld 31/7: kanska 4×200 frí finala kl 20:47
  • Fríggjadag 3/8: 1500 frí innleiðandi frá kl 10:23
  • Leygarkvøld 4/8: vónandi 1500 frí finala kl 19:36

Eurosport sendir frá svimjistevnuni á OL, umframt DR1

Kringvarpið samsendir við DR / TV2

Summarfestivalurin fer at vísa 1500 finaluna beinleiðis á Vágsbøi, leygarkvøldið, í so fall at Pál sleppur í finaluna. Nærum orsøk nokk í sær sjálvum til at fara á festival 🙂
Continue reading OL-skráin hjá Páli Joensen

So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu

Altjóða Olympiska nevndin IOC forbjóðar frá í dag hin 18. juli til mikudagin hin 15. august einhvørjari aman uppat Olympisku Leikum til at marknaðarføra annað enn teir 11 offisiellu OL-sponsorarnar, og straffurin fyri til dømis Pál (og Jón) kann í evsta føri verða burturvísing frá leikunum. Hetta er sonevnda ‘regla 40’ í The Olympic Charter um loyvi at luttaka á Leikunum, sum ásetur millum annað at:

Except as permitted by the IOC Executive Board, no competitor, coach, trainer or official who participates in the Olympic Games may allow his person, name, picture or sports performances to be used for advertising purposes during the Olympic Games.


Continue reading So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu

Pál og Jón undir allarsíðstu OL-fyrireikingar

Tað er nú sunnudagin 22. juli at Pál Joensen og Jón Bjarnason fara víðari til Olympiska býin í London, saman við danska landsliðnum, Mellouli og Wildeboer og teimum. Í løtuni eru teir farnir undir seinastu fasu av tí heilt tunga, sum er at venja seg til at skula svimja skjótt í innleiðandi riðlunum um morgunin, síðani sprintararnir skjótt aftur í hálvfinalum um kvøldið, síðani lætt morgunin eftir, og so skjótt aftur í finalum um kvøldið.

Pál og Ous í Rijeka

(Pál og Mellouli koyra hart á líka inn í veggin. Tað er Pál í svørtum buksum og Mellouli í hvítum)

Pál svam á Prvenstvo Hrvatske, sunnudagin

Pál Joensen luttók sunnudagin í innleiðandi riðlum á kroatisku meistarastevnuni, til at royna teknikk og pace. Í 400 metra frísvimjing var hann klárt skjótastur av teimum 40 luttakandi við tíðini 4:01.54, skjótastur kroati 4:08.50, og í 100 frí svam hann 53.34. Sí úrslitalistar her og her.

Pál á Prvenstvo Hrvatske

(Ein rímiliga ‘ripped’ Pál Joensen á Prvenstvo Hrvatske, Jón Bjarnason eigur myndina)