Her fara kringvarpsfólkini at halda til/shoppa meðan Pál svimur.
Tag: Pál Joensen
Pál og Jón stríðast í sólini í Rijeka
Jón Bjarnason legði hesa myndina út á Facebook fyri løtu síðani, við viðmerking “Ein skal bert flúgva í 90 min frá Kastrup, so eru 38 gradir í skugganum. Óndar tungur vilja vera við, at hann sjálvur er farin at svimja, til at klára hitan 🙂
Góð grein um Pál á brasilskum miðli
Lesið hesa grein gjøgnum Google Translate, um tit ikki skilja portugisiskt 🙂
‘Føroyskur svimjari droymir um at vinna fyrsta gull fyri sítt land
Ein av størstu dreymum hjá einum ítróttarfólki er at sleppa at hoyra tjóðsangin hjá sínum landi verða spældan á olympiska heiðursmerkjapallinum. Hendan dreymin veit Pál Joensen longu at hann kann ikki uppliva. Tó so, so roynir føroyski svimjarin at skriva søgu á olympisku leikunum í London, har hann kann gerast fyrsti íðkari i vinnur sínum oyggjaríki eitt olympiskt heiðursmerki.’
(Foto: Das Büro for Danmarks Idræts-Forbund og Team Danmark)
On-Sport um venjingarumstøðurnar hjá Páli í Vági
Rikke Møller Pedersen tosar við Pál í Flagstaff
Eitt prát við Pál Joensen á hæddarleguni í Flagstaff, beint áðrenn tey fóru heim aftur. Pál og Jón eru í morgun á veg avstað aftur, fyrst til Danmarkar í ein dag og so víðari til Rijeka í Kroatia.
Stór grein um Pál í Idrætsliv: OL Special 2012
Hygga síggj, danir hava avsett 2 av 52 síðum til Pál í nýútkomna Idrætsliv: OL Special 2012, sum er blaðið hjá danska ítróttarsambandinum. Og stavað navnið rætt ! 🙂
“I en svømmehal i en færøsk bygd med 1.200 indbyggere pisker en OL-svømmer med reelle medaljechancer rundt i bassinet. Pál Joensen, so ved OL stiller op under dansk flag, er mod al sund fornuft blevet en af verdens bedste svømmere og naturligvis nationalhelt på Færøerne”
Lars Johansen um ‘fenomenið’ Pál Joensen
Ógvuliga áhugaverd video her sum Jón tók í Flagstaff, har hann tosar við Lars Johansen ítróttarfysiolog hjá Team Danmark, sum nú nærmast burturav tekur sær av at fylgja við danska OL-landsliðnum í svimjing. Um hvussu svimjararnir sova við svøvnmátarum, og um hvussu Pál (og Jón) av einhvørjari orsøk ikki verða líka hart merktir av iltmangul í fjøllunum, sum danir og onnur fólkasløg.
Ítrottarblað um Pál og OL í London
Í morgin kemur eitt serblað ella ítróttarmagasin frá Dimmalætting við 64 síður um Pál Joensen og OL í London. Haraftrat er tilfar um Óla Mortensen, “16 ára gamal svimjari: Óli vil til OL í Rio” og Jón Bjarnason, “Alt fokus er á 1.500 metrar”, og sjálvandi um Pál eisini: “Eg droymi um medalju”. Blaðið kostar 39.95 kr.
Danski OL-stjórin góðar vánir fyri heiðursmerki í London
Hóast danir eru farnir frá at hava herd krøv til danska OL-luttøku, so er støðið í altjóða ítrótti serliga í Evropea hert so mikið nógv, at ein evropeisk OL-bilett er tað sama sum eitt avrik í absoluttum heimsklassa. Hetta heldur danski OL ‘chef de mission’ Jesper Frigast Larsen, og sigur at útlitini eru so mikið góð, at tey í Team Danmark og DIF umhugsa at hækka málsetningin fyri heiðursmerki í London.
(Frigast Larsen í Vági í november 2011)
Sí sporten.dk, har tey eisini hava eina áhugaverda styrkismeting av hvørjir OL-luttakarar sum hava bestu vónir fyri heiðursmerki í London. Her niðanfyri avmarkað til bara svimjararnar
- Det lugter af metal: Lotte Friis, Jeanette Ottesen
- Måske – på en god dag: Pál Joensen
- Med for at lære: Mie Ø. Nielsen, Pernille Blume, menn 4×200 frí
- Langt fra medaljer: Mads Glæsner, Rikke Møller Pedersen
Pál signerar fotomyndir í Leadville
Mynd her av Leadville Herald, frá eini framvísingar-venjing á hæddarleguni í Leadville herfyri. Har er eisini onkur onnur mynd av Páli í myndarøðini.