Pál Joensen og Jón Bjarnason venja í løtuni í Flagstaff aftaná at hava verið í Leadville í eina viku. Tað hoyrir við at vitja Grand Canyon tá man er í norður Arizona. Sovorið skal síggjast, hvis møguleiki er fyri tí. Her síggja vit steinin Jón lovaði at heinta.
Tag: Pál Joensen
9News video úr hæddunum í Leadville
Ein video her av amerikansku sjónvarpsrásini 9News, har tey tosa við Lotte Friis og Paulus Wildeboer, og vit eisini síggja Pál Joensen og hini venja.
OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum
Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru í dag til Danmarkar, ávegis á hæddarlegu í USA saman við danska OL-landsliðnum í svimjing, at venja saman við evropameistaranum Aschwin Wildeboer og olympiska meistaranum Oussama Mellouli.
(Mellouli og Joensen heiðursmerki í Canet í 2010)
Continue reading OL-meistarin Mellouli á hæddarlegu at venja saman við Páli og dønum
Pál formliga úttikin til OL
Ja, tað eru nakrir dagar síðani at Portalurin visti at siga hetta, og vit vistu tað væl egentliga longu eftir Danish Open. Men altso, Pál er nú formliga úttikin til OL, sum tit kunnu síggja m.a. her á ol.dk, sí hansara OL-vangamynd har hann millum annað avdúkar at honum dámar Tarantino-filmar, og at hansara størsta ítróttaridol er Alexander Dale One.
(Foto: Das Büro for Danmarks Idræts-Forbund og Team Danmark)
Video: Pál og Bartal dystast í 400 blandað
Video frá tá ið Pál Joensen setti føroyskt met í 400 blandað í gjár, í kapping har Bartal Hestoy eisini megnaði at svimja seg til gullnál.
Pál Joensen 4:18.97 og føroyskt met í 400 blandað
Aftur nú seinnapartin megnaði Pál Joensen at seta stórt nýtt føroyskt met, tá ið hann á SMS-stevnuni í Gundadali svam 400 blandað uppá 4:18.97, har metið hjá honum var 4:26.18 frá Oyggjaleikum í 2009. Altso ein betring uppá yvir 7 sekund, í mun til hansara silvurvinnaratíð frá superdrakt-tíðini á Álandi, og væl undir ikki-FINA-góðkenda metið hjá honum á 4:23.10 frá Oyggaleikum á Isle of Wight í 2011.
Pál 2:15.56 og føroyskt met í 200 bringu
Tað frættist úr Havn í morgun, at Pál Joensen hevur sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:15.56, har metið hjá honum frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:16.06. Hetta var á SMS-stevnuni í Gundadali, har hann til nú hevur sett 3 føroysk met, íroknað tvey sum strika met frá ‘superdrakt-tíðini’ av.
Video: Pál 2:03.96 og føroyskt met í 200 firvald
Video frá teimum 200 firvald á HS-stevnuni í dag, har Pál Joensen setti føroyskt met við tíðini 2:03.96, í mun til gamla metið hjá honum á 2:04.45 frá HS-stevnu í september.
Pál sett tvey nýggj føroysk met í dag
Pál Joensen hevur í dag sett tvey nýggj føroysk met, á SMS-stevnuni í Gundadali sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Fyrst setti hann føroyskt met í 200 firvald við tíðini 2:03.96, har hansara gamla frá HS-stevnu í september var 2:04.45, og síðani soraði hann metið hjá sær í 200 blandað, við at svimja 2:01.97 har hansara gamla met frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:04.41. Les meira her á Suðurrás
Tøk frá 1500 finaluni í Danish Open
Frekvensurin hjá Páli í Danish Open var stórtsæð tann sami, sum hann hevði í Shanghai í fjør. Í EM finaluni í Budapest svam Pál við fleiri tøkum, so okkurt er hent síðan 2010. Í Budapest lá frekvensurin í miðal á 41.27 tøk per longd, meðan í Shanghai og Danish Open var frekvensurin ávikavist 38.17 og 38.1.
Continue reading Tøk frá 1500 finaluni í Danish Open