Ja, tað kundi næstan ikki ligið betri, ella verri, alt eftir hvussu man sær uppá tað. Sambært skránni hjá OL-fyriskiparunum, so skal Pál svimja 400 metra frísvimjing innleiðandi einaferð millum klokkan 10 og 13 Ólavsøkuaftan, og so aftur onkuntíð millum 19:30 og 21.15 Ólavsøkuaftanskvøld, um tað eydnast honum at koma í finaluna. Innleiðandi 4×200 frí er týsdagin 31. juli, og innleiðandi 1500 frí so aftur onkuntíð millum 10 og 13 fríggjadagin 3. august, sum Summarfestivalur er í Klaksvík. Og um hann so kemur í finaluna, so verður tað leygarkvøldið 4. august umleið kl 19:36, tá ið stórur partur av tjóðini er samlað á Vágsbøi.
Tag: Pál Joensen
Mie og Pál nevnd í Streamlined News í dag
Hetta er rættiliga gott, Mie Ø. Nielsen verður nevnd sum ein heiðursmerkjakandidatur á OL í London, og Pál Joensen fær eisini eina rættiliga gjøgnumførda gjøgnumgongd, um støðuna sum føroyingur á danska liðnum og so framvegis.
Klumma á DR: Pál var bjargingarmaðurin
Ikki hissini rós sum Pál Joensen fær frá Henrik Liniger, reportara og viðmerkjara hjá DR Sporten her á DR.dk:
Færøsk redningsmand
Weekendens store oplevelse var dog færingen Pál Joensen, som ved OL stiller op for Danmark. Han leverede flotte tider individuelt på både 400 og 1500 meter fri. Og så var han hovedkraften i den danske holdkaps OL-kvalifikation på 4×200 meter fri. Tiden 1.47.79 var ren verdensklasse. Holdkappens succes blev endnu vigtigere af, at hverken Chris Christensen eller Jakob Andkjær formåede at opfylde deres OL-ambitioner og må blive hjemme fra London. Uden dem og uden holdkappen ville dansk herresvømning stadig have stået svagt i billedet – nu ser det hele unægtelig noget flottere ud.
(Pál áðrenn 1500 á Danish Open, René Thomsen eigur myndina)
Video av finalunum frá hósdegnum
Dr.dk hevur lagt út allar finalurnar og hálvfinalurnar, sum vóru hóskvøldið 22. mars. Talan er um kappingarnar 50 rygg hálvfinalur (Magnus Jákupsson), 100 frí, 100 bringu, 400 frí (Pál vinnur gull, setur føroyskt met og OL-kravtíð), 200 blandað og 50 rygg finala (Magnus Jákupsson vinnur silvur, setur føroyskt met og juniormet). Sí kappingarnar her.
Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM
Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so vórðu donsku liðini kunngjørd á Danish Open í gjár, eftir at sjálv kappingin var liðug. Til OL í London í mai verða tað 9 svimjarar og 3 venjarar, til EM í Debrechen í mai bara éin, og til EJM í Antwerpen í juli heilir 17.
Úttikin til OL í London
- Jeanette Ottesen: 50 og 100 frí, 100 firvald, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Lotte Friis: 400 og 800 frí, 4×100 frí
- Rikke Møller Pedersen: 100 og 200 bringu, 4×100 blandað
- Pál Joensen: 400 og 1500 frí, 4×200 frí
- Mads Glæsner: 400 frí, 4×200 frí
- Pernille Blume: 50 og 100 frí, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Mie Ø. Nielsen: 100 rygg, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Daniel Skaaning: 4×200 frí
- Anders Lie: 4×200 frí
Venjarar verða Paulus Wildeboer (høvuðsvenjari), Bas Jan Stam (hjálparvenjari), og Jón Bjarnason (persónligur venjari hjá Páli)
Um 4×200 frí skriva danir: “Med forbehold for FINAs tildeling af en nationsplads i herrernes 4 x 200 fri holdkap. Således er svømmerne Anders Lie og Daniel Skaaning afhængige af en sådan tildeling for at komme med til London på denne holdkap.
Continue reading Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM
Ótrúligur endaspurtur hjá Páli í 4×200 frí
Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí
Pál Joensen megnaði í dag at tryggja sær pláss á danska OL-liðnum til eisini 1500 metra frísvimjing í London, tá ið hann á Danish Open svam teinin uppá 15:04.39, har OL-kravið var 15:11.83. Í veruleikanum nýttist honum ikki at svimja skjótari enn 15:25.51, til at lúka danska kravið um at prógva at hann enn er í form, eftir at hava klárað kravtíð á HM í Shanghai í fjør við 14:46.33; og tað var jú nærmast væntað at hann fór at svimja skjótt, nú hann hevur klárað seg so væl í 200 og 400 frí. Hinvegin kláraði danski Mads Glæsner ikki teir 15:11.83 sum hann helst skuldi klára nú, og kemur hann tí mest sannlíkt bara at svimja 400 frí í London, um ikki hann roynir seg á EM í Debrechen í mei, ella danir gera okkurt undantak. Sí úrslistalista her.
(Pál og Mads eftir 1500 frí í dag, René Thomsen eigur myndina)
Danish Open 2012 – 4×200 frí hjá monnum
Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina
Ein gysari er júst avgreiddur, og eitt føroyskt ævintýr av sonnum, tá ið teir fýra Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen royndu eftir kravtíðini 7:15.65, sum danir høvdu ásett til at taka út stafett til Olympisku leikir. Eftir fyrstu tveir vóru teir í neyð, Glæsner og Skaaning høvdu lagt ov hart út og mistu tí á stokkinum; men Anders helt sítt og Pál svam yvir evni, til úrslitið 7:15.38.