DR Sporten vísti í kvøld eitt innslag um Pál. Brotið kann síggjast her á dr.dk, 3.30 min inni í sendingini.
Tag: Pál Joensen
Pál Joensen undir pressi í Potsdam
Pál Joensen er hendan mánaðin í Potsdam, tríggjar vikur upp undir World Cup í Stokkhólmi (minus eitt lítið svipp til Føroyar ísv landsdystin), har hann av sonnum verður pressaður av venjaranum Jörg Hoffmann. Vit tosa um tríggjar ferðir venjing um dagin, umframt ymiskt annað stuttligt sum ein kapping í Berlin í dag har Pál svam 100 + 200 + 400 + 1500 frí og 400 blandað, og vann alt uttan 200 frí. Tíðirnar vóru 51.96 í 100 frí, 1:52.11 í 200 frí, 3:50.62 í 400 frí, 15:15.46 í 1500 frí og 4:34.12 í 400 blandað, alt á stuttgeil, har Jón Bjarnason úr Calella viðmerkir ‘ikki nakað at reypa av, men nokk til at vinna’, og at 200 meturin reyk tí at 1500 frí var beint áðrenn. Og á ja, so vandi hann millum kappingarnar 🙂
Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun
Pál Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun tvey nýggj føroysk met í ávikavist 200 firvald og 50 frí. Guðrun setti samstundis nýtt juniormet í 50 frí. Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var 2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
Metið hjá Guðrun í morgun var 26.37. Gamla metið hjá henni frá FM/JM í ár var 26.40.
Continue reading Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun
Pál fingið profil á OL heimasíðu
Pál fjórðbesti í heiminum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Við tíðini 14.46.33 knústi Pál norðurlendska metið við meira enn 10 sekundum í 1500 frísvimjing, seinasta finalukvøldið til 14nda Fina Heimsmeistarastevnuna í Shanghai, Kina. Pál gjørdist nummar fýra 7 tíggjundapartar eftir Gergo Kis úr Ungarn, ið enn einaferð kom framum við einum sterkum endaspurti.
Pál lá á einum tryggum triðjaplássið fram til 1300 metrar har hann og Gergo Kis lógu javnur, og endaði Pál so á einum fjórðaplássið 67 hundraðpartar eftir Gergo Kis.
Politiken: Færøske Pál strålede bag en verdensrekord
Bragdið hjá Pál vekir ans. Politiken.dk skrivar rósandi orð:
“Færøske Pál strålede bag en verdensrekord
Pál Joensen på kurs mod at fuldende sensationen…“
Fantastiskt fjórða pláss til Pál við nýggjum norðurlendskum meti
Pál Joensen og Jón Bjarnason skrivaðu enn eina ferð søgu í dag við einum fantastiskum fjórða plássi í heimsmeistarafinaluni í 1500 frí. Tíðin hjá Páli var 14:46.33, ið er nýtt føroyskt og norðurlenskt met. Metið hjá Páli í innleiðandi riðlinum í gjár var 14:56.66. Tá hevði hann 6. bestu tíð av finalistunum, men fleiri av finalistunum megnaðu ikki at halda støðið sum Pál.
Continue reading Fantastiskt fjórða pláss til Pál við nýggjum norðurlendskum meti
Upp og niður við elevatori
Við fullari ferð 435 m uppeftir uppá 1 minutt.
..og so niður aftur….
Continue reading Upp og niður við elevatori
Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen svam seg í finaluna í 1500 frí leygarmorgunin í Shanghai. Klokkan 3:30 føroyska tíð leygarmorgunin byrjaði seinasta avbjóðingin hjá Pál Joensen. Úrslitið gjørdist eitt sættapláss í finaluni og 15 sekundir undir kravtíðini til Olympiski leikir 2012, eins og hetta var ein betring av norðurlendska metinum, ið Pál setti til EM í Budapest seinasta ár.
Continue reading Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni
Pál í finaluni við nýggjum norðurlendskum meti
Pál bleiv nr 4 í øðrum riðli av 4. Hóast hetta kom Pál við í finaluna við 6. bestu tíð. Hann betraði um sítt egna norðurlendska met, ið var 15:56.90, sum nú er 14.56.66.