This was the fun event

Nú verður tað seriøst, eitt ógvuliga møguligt men tó stadigvekk formligt krav um at svimja eina góðkenda tíð undir 15:11, til at kunna vera upp á tal til Olympisku Leikir í London í 2012. Eg trúgvi uppá tað, men fyri tað skal tað svimjast, og nógv kann henda uppá nakrar fáar dagar. T.d. vann Alex gull mánakvøldið, fyri síðani mikumorgunin at vera so snottutur at hann mátti uppá penicillin, so at hann nú má melda frá 200 bringu :-S

DSC05717

Politiken: De tunge drenge svømmede fra færøske Pál

Eitt 5. pláss í eina HM finalu er ikki tað sama sum eitt 5. pláss á oyggjaleikum. Tað er himmalvíður munur á støði. Tá man sær evropameistaran í 800 og 1500 frí, Sebastien Rouault, uppgeva og smokka langt afturúr í finaluni, so verður man mintur á, hvussu hørð kappingin er.

So segði Pál við politiken.dk: “Jeg havde da håbet på en medalje, men jeg var nok klar over, at det ikke var helt realistisk”. Hetta skal síggjast í ljósinum av hvørjir hann var uppi ímótir:
Continue reading Politiken: De tunge drenge svømmede fra færøske Pál

Pál bleiv 5 í 800 frí finaluni

Pál bleiv nr 5 í 800 frí finaluni í Shanghai í dag. Tíðin hjá Páli var 7:46.51 ella eitt sekund spakuligari enn í gjár, bert 1.57 sekund frá bronsuna. Vinnari var stórfavoritturin Yang Sun úr Kina. Vinnaratíðin var 7:38.57. Ryan Cochrane úr Kanada fekk silvur við tíðini 7:41.86, Gergo Kis úr Ungarn sprintaði framm um Oussama Mellouli og Pál og vann bronsu við tíðini 7:44.94. Tíðin hjá Mellouli var 7:45.99.


Continue reading Pál bleiv 5 í 800 frí finaluni

Politiken: Færing på Danmarks OL-hold er nu en formalitet

Lars Sørensen var imponeraður av tíðini hjá Páli í morgun.

“Det ligner bare en formalitet”, segði hann við Politiken.dk, tá hann meinti við, at Pál skal náa eina kravtíð í 1500 frí.

Lars letur Pál sleppa at venja í Føroyum inntil tað byrjar at tátta í upp undir OL: “Han har bevist, at det virker bedst for ham og hans træner, så det skal de bare blive ved med, men jeg forventer, at de deltager i vores afsluttende træningslejr lige op til OL”.

Les meira á politiken.dk

Swimmingworld Magazine: It would be really cool to see this guy on the medals podium

Jeff Commings og John Lohn úr Swimmingworld Magazine taka samanum kappingarnar í dag og søgurnar, ið eru knýttar at úrslitunum. Teir leggja út við 200 frí semifinaluna hjá kvinnum og finaluna monnum, har 5 manns svimja undir 1:45, ið var óhoyrt tá Thorpe var kongurin í greinini. Phelps fekk “bara” silvur í 200 frí aftanfyri Lochte, og Phelps sær út til skulla stríðast í 200 firvald, ið er finalan, sum Jeff Commings gleðir seg mest til. Hinvegin sær John Lohn 800 frí finalan sum hæddarpunktið í morgin, har hann vónar at Pál fær eitt heiðursmerki (18 min og 40 sek inni í sendingini). Ella les hvat teir søgdu longri niðri.


Continue reading Swimmingworld Magazine: It would be really cool to see this guy on the medals podium

Swimmingworld Magazine ynskir at Pál vinnur heiðursmerki

Swimmingworld Magazine nevna enn einaferð, at føroyingar ongan langhyl eiga:

“…the story of the event has to be Pal Joensen. From the Faroe Islands, Joensen went 7:45.55 for the No. 2 seed and the 21st-fastest time in the event’s history. It would be good for the sport to see such a small nation like the Faroe Islands, which does not have a 50-meter pool, represented on the podium.

Politiken: Færøske Pál åbner VM med en sensation

Meðan teir føroysku miðlarnir snork-sova uppá tíðindi sum “Valur kiksaði á Hafnafirði” og “Kristian Gosvig á odda” og hava fullkomuliga gloymt okkara hetju í Shanghai, hava útlendsku miðlarnir fylgt væl við Páli.

Politiken hevur mann á staðnum ið skrivar:

Færøske Pál åbner VM med en sensation

At en EM-sølvvinder kvalificerer sig til en VM-finale kan vel knapt kaldes en sensation, men i Pál Joensens tilfælde vækker det opsigt, hver gang han overgår sig selv…
Continue reading Politiken: Færøske Pál åbner VM med en sensation

Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti

Pál Joensen knústi fyri løtu síðani norðurlenska metið, tá hann í 5. innleiðandi riðlið svam seg í finaluna í 800 frí við næstbestu tíð. Nýggja metið hjá Páli er 7:45.55. Mads Glæsner átti gamla metið, 7:52.18, ið var sett við superdrakt í HM 2009 í Rom.

Pál og hinir svimjarnir í riðlið 5 høvdu tann vansan, at tveir góðir riðlar skuldu svimjast aftaná, ið høvdu tann fyrimunin at kenna tíðirnar hjá Páli og co. Taktikkurin hjá Joensen sá út til at vera einfaldur. Herja á beinanvegin. Jun Dai úr Kina vendi fyrst aftaná 50 m við Pál sum nr 2. Hereftir tók Pál yvir og førdi allan vegin heim. Eina løtu hevði hann yvir eitt sekund til nr 2, tað vil siga hann var leysur av feltinum.
Continue reading Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti