Tað var ikki sørt luksus, tá Pál hósdagin slapp av venja einsamallur í Yuan Shen hylinum. Tá Pál var liðugur fóru tríggir lívbjargarar momentant í pausu. Í videobrotinum hoyra vit Pál biða onkran taka mynd fyri seg av støðuni, sum Thurid tekur sær av.
Tag: Pál Joensen
Skjótari enn Pál í 200 frí
Handskin er kastaður ! 😀
Dánjal lærir at spæla sjavs
Havnarmaður, say no more. Deiligur avslappaður stemningur annars, her ‘lige før slaget’.
Lend í Southampton
Jon umrøður stuttibuksur við Christian Tessner, og oyraproppar við Pál og Jón. Svimjistevnan kann ikki byrja nóg tíðliga, um hetta skal vera evnið til tá 😉
Er tað Jóansøka í ár ?
Uuha, trash-talk við check-in í Vágunum í gjár 🙂
Pál Joensen ambassadørur hjá føroyskum laksi
Havbúnaðarfelagið, har øll tann føroyska alivinnan er umboðað, verður nýggi høvðusstuðulin hjá Pál Joensen komandi árið við marknaðarførings heitinum “Salmon from the Faroe Islands”. Mánadagin tann 4. apríl kl. 13.00 fara Bogi Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum og Pál Joensen at skriva undir sáttmálan á tíðindafundi, har Bogi Jacobsen eisini fer at greiða frá, hví Havbúnaðarfelagið hevur gjørt av at stuðla okkara fremsta ítróttarfólki Pál Joensen. Kelda: Vágaportalurin.
Pál á Speed Endurance Swimming Blog
Nú nevndi Speed Endurance Swimming Blog eisini Pál Joensen, enntá við rós til hesa stakkars heimasíðu …
I first saw this on the excellent svimjing a few months ago, but for some reason didn’t post here. Well, time to correct my mistake. Just a great way to spend 3:36 of your life.
Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini
Listafólk eru í andgletti í løtuni, tí at Dimmalætting dittar sær at nevna hvat tey hava fingið í starvsløn seinastu mongu árini, og hvat sum tey hava givið okkum afturfyri. Nú leggur Oddfríður Marni Rasmussen í lesaragrein eftir Dimmu, sum formaður í Listafólkasambandi Føroya, týðiligvís lítið vitandi um umstøðurnar hjá ítróttarfólki sum Pál Joensen.
“Tað svarar til, at Pál Joensen ikki kann svimja, tí at hann skal selja bollar hjá bakaranum í Vági. Neyvan hevði hetta gingið, men tá ið talan er um listafólk, er onki óført.”
Continue reading Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini
Pál Joensen – inspiration to all
‘Jarnmaðurin’ Aleksandar Sørensen-Markovic skrivar her á elite-ciao.com, at hann nú brúkar søguna um Pál Joensen til at halda fokus og venja hart, tá ið onnur grenja um at tey mugu suðureftir til at kunna venja ordiligt. Hesin Aleksandar hevur eitt 9. pláss í elitubólkinum á Challenge Copenhagen 2010 sum besta úrslit, ið er triathlon á ironman-teininum: 3.8 km svimjing, 180 km súkkling og síðani eitt marathon.
I might be doing a bike session tonight: 5 x 5min really hard. I was a bit unmotivated but then read about Pál and my focus is now where it needs to be – on what matters, training hard and having fun with what I got.
TV2: Hvem er Pál Joensen ?
Danska TV2 Sporten vísti aftur í gjár eitt innslag við Pál Joensen, har tey tosa við hann og Jón Bjarnason um umstøðurnar í Vági, og um hví hann velur at halda áfram at venja har. Tey práta eisini við Jon Hestoy og við Ole Laursen skúlastjóra í studentaskúlanum í Hovi, um Pál.