Tær báðar søgurnar “TV2 vitjar Pál Joensen” og “Pál skal tryggja Danmark OL gull” hava haft fleiri vitjanir enn onnur ítrottartíðindir á portal.fo hesar seinastu dagarnar. Á grafinum her síggja vit hvussu nógvir lesarir hava klikkað seg á tíðindini tað fyrsta døgnið eftir tey eru løgd út á portal.fo.
Continue reading Pál størri enn Premier League á Portal.fo
Tag: Pál Joensen
TV2 vitjar Pál Joensen
Sum tit kunnu lesa her á Portalinum, so eru sjónvarpsfólk frá TV2 í hesum døgum í Føroyum, at vitja Pál Joensen. Talan er um fólk frá ítróttarsendingini “Lige På og Sport“, sum vilja síggja venjingarumstøðurnar hjá honum, og hoyra um ætlanirnar fram til Olympisku Leikir í London í 2012. Portalurin veit at siga at Pál hartil eftir ætlanini verður at síggja í sendingini TV2 News í kvøld, umframt í ítróttarsendingini leygardagin. Her úr svimjiheiminum kunnu vit heilsa, at tað eftir ætlan verða eisini onnur áhugaverd fólk at hoyra, sum hava ávirkan á umstøðurnar hjá Páli.
Pál Joensen – a true underdog story
27 ára gamli Jákup Dahl hevur lagt hesa videoina út um Pál Joensen, hansara venjing, avrik og týdning fyri okkum. Good job !
Týskir ungdómar sóu Pál og hinar í Potsdam
Týska svimjiheimasíðan startblog skrivar her um “3. juniorsvimjidag 2011” sum svimjisambandið hjá statinum Brandenburg skipaði fyri, at tey millum annað har upplivdu at venja nær altjóða nøvnum sum ‘vara-evropameistaran’ Pál Joensen úr Føroyum, og olympiska meistaran Massimiliano Rosolino úr Italia.
Während im Rahmen des ebenso traditionellen Langstreckenlehrgangs des DSV deutsche und internationale Größen wie Vize-Europameister Pal Joensen (Färöer Inseln) oder Olympiasieger Massimiliano Rosolino (Italien) ungestört ihre Bahnen ziehen, tummelten sich 36 Kinder an 3 verschiedenen Stationen zum Thema “Schwimmen, Gleiten, Tauchen”.
Continue reading Týskir ungdómar sóu Pál og hinar í Potsdam
Pál aftur á Battle Camp í Potsdam
Pál Joensen fór í gjár til Potsdam í Týsklandi, at venja á næstu Battle Training Camp har. Hann er hesuferð einsamallur avstað, at venja saman við bestu týsku svimjarunum minus Biedermann frá 200 og uppeftir, umframt italiumonnum sum Pizzetti, Marin, Puche og Rossolino. Endamálið við Potsdam Battle Training Camp, er at fáa savnað nakrar av bestu evropeisku langteinarum til veruliga harða venjing, til at standa seg betri ímóti kraftsentrunum í USA og líknandi.
Yang og Joensen
Bobbludiagrammið her vísir EM finaluna í Budapest í august við Yang aftrat í geil 4, har sum Pizzetti eisini svimur. Tíðirnar hjá Yang er frá Asien Games í november. Trýst á ‘play’-knappin niðast til vinstru. Eg havi lagt 1000 sekund aftrat tíðirnar niðast vegna avmarkingar í Google Motion Chart.
Pál ein av teimum ‘worthy’ ungu, sambært LEN Magazine
Craig Lord skrivar rættiliga rósandi í nýggjasta “LEN Magazine” hjá evropeiska svimjisambandum, at Pál Joensen er ein av teimum svimjarum árgang 1990 og yngri, sum tað er vert at halda eyga við.
but among a group of mainly 20 and unders who proved themselve worthy of a world top 10 place in 2010, keep an eye on the following: Pal Joensen (FAR) and Roberto Pavoni (GBR) from Europe as well as …
Heilsan úr Berlin
Fyri løtu síðani sendi Bjarnason eina videoheilsan úr Berlin.
Pál setti met í test-deplinum hjá Team Danmark
Pál Joensen er sum nøkrum kunnugt í Danmark í hesum døgum, á lestrartúri við lívfrøðisflokkinum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tey hava verið á DTU og hoyrt um stamkyknir, og so eisini verið ein túr framvið testdepilin hjá Team Danmark, har Pál skuldi testast. Og tað sá bara gott út, sum tit kunnu lesa her í telduposti frá René Thomsen, svimjivenjari og varastjóri á Bernstorffsminde Efterskole:
Hej Rókur
Pál har – som du sikkert ved – siden i onsdags været i København. Jeg tager mig af hans træning.
Vi er netop kommet hjem fra test hos Team Danmark, hvor Pál er blevet mål og vejet, fået målt muskelstyrke og max VO2.
Pál fik meget ros af Lars Johansen fra Team Danmark, som forestod de forskellige test.
Bagefter fik Pál sammenlignet sine resultater med de danske elitesvømmeres; Mads Glæsner, Lotte Friis osv.
Kort fortalt leverede Pál den bedste test, de nogensinde har taget på en svømmer (de tester også Aschwin Wildeboer).
Pál får alle resultaterne med – sammen med det video og de billeder jeg har taget.
Vi træner i eftermiddag i Gentofte og i morgen formiddag i Kastrup inden han lørdag eftermiddag rejser retur til Færøerne – resten af hans gymnasieklasse tager til Barcelona.
Tak for sidst.
Jeg sender dig tre billeder mere på mail.
René Thomsen
Continue reading Pál setti met í test-deplinum hjá Team Danmark
Jon Hestoy í 3-2
Jon Hestoy og Helena Dam á Neystabø tosaðu um 50 m hyl í 3-2 í gjár.
Continue reading Jon Hestoy í 3-2