Pál fyri triðju ferð ársins ítróttarnavn

Kringvarpið avdúkaði nýggjársaftan, at almenningurin nú fyri triðju ferð hevði valt Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag at verða ársins føroyska ítróttarnavn. Hetta er eitt megnarbragd, sum ikki verður minni av at Elspa Mørkøre vann bæði árini frammanundan, og at føroysk svimjing tí hevur verið ovast í nú fimm ár á rað.

Pál Joensen í "Olimpiyskiy"
Continue reading Pál fyri triðju ferð ársins ítróttarnavn

Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Breaking news á www.swimnews.com: “The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands”.

Craig Lord skrivar her á SwimNews.com, at áhugin hevur víst seg at vera sera stórur til “Potsdam Battle Camp” tann 4. til 17. januar í 2010, har harðastu hálsarnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika sum kunnugt ætla at venja saman. Hann nevndi herfyri at “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part“. Og nú skrivar hann at avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson eisini hevur víst áhuga, umframt at kanadiarar hava spurgt seg fyri.

Annars velduga áhugaverdar ætlanir, sum Dirk Lange & co hava viðvíkjandi hesa venjingarlegu. Tað verður tosað um harðar seriur á 10×800 metrar, og 80 til 100 km um vikuna, umframt eina møguliga kapping um at finna tann ið kann svimja skjótastu 10×400 seriu, við peningavirðisløn ella líknandi lokkandi til vinnararnar.
Continue reading Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Pál kosin sum ársins Rock’n Rollari

Kári Cool blástemplaði Pál Joensen sum ársins Rock’n Rollari fyrrakvøldið. Rás2 og Miðlahúsið savnað yvir 10.000 fólk í Vágsbotnið Ólavsøkudag til eina serliga undirhaldsending, har man m.a. hoyrdi sangin hjá Kára Cool og Kim Hansen “Tá Pál kemur í mál”. Sendingin verður endursent í dag kl 16.05 á Rás2.

Joensen video viðgjørd á Floswimming.org

Tað er hann sjálvur Chris DeSantis, sum gevur amerikumonnum eitt update um Pál, har hann hevur funnið hina videoina fram sum Sissal Jónsdóttir framleiddi eftir EJM í Beograd. Nokk so skeg at lesa hansara viðgerð av videoini, av føroyska sjónvarpinum og av Pál, og at kunna lesa eftirfylgjandi viðmerkingar til bloggupostin.

Pál 14:47.57 í 1500 frí á DHM í DK

Pál Joensen luttekur sum kunnugt ikki á Oyggjaleikaúttøkustevnuni, nú um dagarnar, men kappast í staðin á donsku meistarakappingini fyri lið, har hann skal hjálpa Aalborg Svømmeklub at verða verandi í ‘Svømmeligaen’, sum er besta deild hjá dønum. Í morgun svam hann so 1500 frí við tíðini 14:47.57, sum er ein absolutt habil tíð, um enn ikki heilt so skjótt sum hansara 14:39.99 á EM í Rijeka. Tíverri svumu Pál og Mads Glæsner ikki í sama riðli, og Glæsner hevði tí fyrimun av at kenna tíðina hjá Pál, tá ið hann skuldi í hylin. Og úrslitið varð tí kanska einamest tí, at Pál varð nr 2 í kappingini, aftanfyri Mads Glæsner sum svam 14:44.19.

CIMG5037

(Kaj Joensen, pápi Pál, fylgir við á LiveTiming úr høllini í Gundadali)
Continue reading Pál 14:47.57 í 1500 frí á DHM í DK

Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, so hava danir nú broytt reglurnar fyri hvør sum kann seta danskt met, til at tað ikki longu ber til hjá føroyingum og grønlendingum at seta sovorðin, uttan so tey beinleiðis hava skift til at hoyra til danska svimjisambandið. Broytingin verður framd við afturvirkandi kraft, og tey nevna beinleiðis at Pál Joensen hervið missir síni donsku met.
Continue reading Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met

Pál fær 350.000 av teimum 600.000

Hetta hoyrdu tit kanska í Pulsinum í dag. Har varð prátað við Jón Bjarnason og ÍSF forsetan Sølva Reinert Hansen, um tær 600.000 krónurnar sum Løgtingið hevur sett á fíggjarlógina til úrvalsarbeiði. Og at enda kundi Sølvi avdúka, at ÍSF á stjórnarfundi í gjár avgjørdi at brúka 250.000 krónur uppá eina felags skipan til ráðgeving og kanningar, fyri síðani at lata hinar 350.000 krónurnar fara sum oyramerktan stuðul til Pál Joensen.
Continue reading Pál fær 350.000 av teimum 600.000