Ífylgi livetiming.dk setti Pál Joensen nýtt danskt junior met í 200 frí við tíðini 1:48.25. Men tað er allarhelst tí, at met listin á livetiming.dk ikki er dagførdur, tí Pál svam skjótari í gjár. Tíðin var eisini tann besta í teimum innleiðandi kappingunum. Meira er at lesa á Susvim.com. Undir øllum umstøðum verður tað ein gysari millum Mads Glæsner, Pál og co, tá finalurnar byrja kl 16.30 føroysk tíð. Fyrst verður stafett í 4×50, síðani finalan hjá kvinnum í 200 frí (Elspa) og aftaná verður tað 200 frí finalan hjá monnum (Pál), soleiðis sum eg havi skilt skránna.
Tag: Pál Joensen
Pál 1:47.38 í 200 frí (!)
Tað rakk ikki til heiðursmerki, nú Pál Joensen legði út fyri Aalborg Svømmeklub í 4 x 200 frí, men splitt-tíðin hjá honum á 1:47.38 er so væl og virðiliga føroyskt met. Danska juniormetið hjá Jon Rud frá 2004 var 1:48.69, og harvið eru danir nú í teirri óhepnu støðu, at ein føroyingur eigur danska juniormetið. Jacob Carstensen eigur seniormetið, sum er 1:45.56, frá 1998.
Pál skal svimja 200 frí aftur í innleiðandi í morgin árini, ímóti millum aðrar Jon Rud og Mads Glæsner. Hann hevur nú næstbestu tíð, um man samanber við tilmeldingartíðirnar hjá hinum, har Jon Rud hevur tilmeldingartíð 1:46.93, Emil Dall-Nielsen 1:47.89, og Mads Glæsner 1:48.51.
Pál nummar eitt í 800 frí
Pál Joensen úr Vági kann nú eisini kalla seg danskur meistari í 800 frí, eftir at hava svomið teinin í tíðini 7:54.25 beint nú, við Anders Lie á øðrum plássi við tíðini 8:01.59, og Jonas Hansen á triðjaplássi vid 8:03.72.
Continue reading Pál nummar eitt í 800 frí
Ein friðarlig løta á Tašmajdan
Pál Joensen svimur út, eftir at hava vunnið gull eisini í 1500 frí á EJM 2008. Øll onnur eru farin heim.
Pál í MESS
Pál Joensen er í nýggjasta blaðnum MESS. MESS er ókeypis ungdómsblað hjá SMS og er at finna ókeypis á netinum. Tað finst eisini sum pdf (16.3 mb). Í blaðnum stendur m.a.
“…tað er undir alt lágmark at ikki ber til hjá føroyskum svimjarum at vera við í OL”.
Continue reading Pál í MESS
Live
Hvar kann man síggja Pál svimja teir greinir har hann svimur og sjálvandi eisni Kára um tad ber til;)
Takk fyri hjálpina =)
Videobrot av 400 frí innleiðandi
Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.
Mads, Pál og kongaríki
Ofta hava ævintýr eina hetju, ein skálk og eina prinsessu. So var eisini tá 800 m finalan varð svomin sunnudagin.
Fólk klappaðu spontant tá Mary og Fríðrikur trinu inn í høllina. Tey fingu heiðurspláss og kappingarskrá við eitt sindur av vegleiðing. Mads og Pál gjørdu seg klárar, kappingin byrjaði, og Mads legði seg framum. Men hálvhundrað metrar eftir á mál var Pál fremstur. Tó vann Mads tepurt, og Pál ynskti honum til lukku. Mads var ikki sørt sperlaður.
Hvør hetjan var og hvør skálkurin var skal vera ósagt 🙂
Fleiri myndir eru at finna á Sigma NS. Continue reading Mads, Pál og kongaríki
Pál slóg danska junior metið!!!
Pál førdi suverent frá byrjan til mál og blakaði Anders Lie afturum seg. Nýggja metið hjá Pál er 15:20.13, ið er 45 sek skjótari enn gamla føroyska metið og 7 sek skjótari enn gamla danska junior metið. Pál var sostatt bara 8 sek frá at taka danska metið á teininum.
Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 58.51, 2:00.14, 3:01.56, 4:03.58, 5:05.37, 6:07.20, 7:08.88, 8:10.76, 9:12.20, 10:13.88, 11:15.37, 12:17.16, 13:18.48, 14:19.91 og 15:20.13.
Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 16:03.75, also knappar 13 sek skjótari enn hansara innleiðandi tíð.
Pál og Jón hava longu skrivað søgu
Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin. Continue reading Pál og Jón hava longu skrivað søgu