“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið. Continue reading Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
Tag: Pál Joensen
Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16 Continue reading Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Pál Joensen til Danmarkar at kappast fyri Aalborg Svømmeklub
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so fer Pál Joensen nú um vikuskiftið til Danmarkar at kappast fyri Aalborg Svømmeklub, á donsku meistarastevnuni fyri lið. Pál skal kappast í 200, 400 og 1500 frí, 200 firvald, umframt í stafettunum 4×100 og 4×200 frí. Kappingin er liður í samstarvi millum SuSvim og Aalborg Svømmeklub, og fyrireiking til HM í apríl.
Susvim ávarar um at Pál skal kappast ímóti sterkum svimjarum júst afturkomnir frá EM í Eindhoven; men man Pál ikki hava ein kjans allíkavæl, síðani hann varð nummar tvey á donsku stutthyljameistarastevnuni í heyst, bara aftanfyri Mads Glæsner sum nú stríðist við smittandi livrabruna?
Tit kunnu síggja skránna her av susvim.com, ella fara her á heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum. Har er óivað okkurt á heimasíðuni hjá vertsfelagnum eisini, www.ksk.dk (Køge Svømmeklub). Og so ætla tey sær at brúka ‘Live Timing’ eisini, sum tit kunnu síggja her.
Pál og Jón framdu ársins ítróttarbragd ár 2007
Lesið á susvim.com og á dimma.fo. Gott at síggja at eisini venjarin verður viðurkendur fyri sín lut í bragdinum. Tey fáa heiðurin tí at Pál megnaði at gerast næstbestur í sínum aldurbólki í 1500 metra frísvimjing í øllum heiminum.
Útvarpssending um sponsoravtaluna hjá Susvim
Hetta eru ikki spildurnýggj tíðindi. P/f Føroya Shell hevur gjørt eina sponsoravtalu við Pál og Susvim. Í hesum sambandi hevur ‘Viðurgerði’ haft eitt prát við Niclas Heri Jákupsson, Palla og Pál (spola til 43.20 í sendingini).
Pál Joensen er ársins ítróttarnavn
Pál Joensen varð júst nú kosin at vera ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007, í stóru kappingini “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Hann varð klárt á odda við 2267 stigum. Katrin Olsen varð nummar tvey við 1566 stigum, og Elspa Mørkøre varð nummar trý við 1164 stigum. Til lukku tit trý 🙂
Nú er tað offisielt
Pál Joensen stendur nú ovast á ranglistanum hjá evropeiskum juniorum í 1500 frí, umframt sum nr 2 í 800 fyri ta split-tíð sum hann hevði tá ið hann kom til 800 metrar í teimum 1500. Og við tað at hann eisini er nr 5 í 400 frí, kunnu vit trygt siga at Pál í løtuni er millum 5 teir bestu evropeisku juniorarnar í trimum greinum 🙂
Ikki éitt ár síðani at Pál svam undir 16 minuttir
13. januar 2007 høvdu við hesi tíðindi á gomlu FLOT-heimasíðuni, um at Pál Joensen sum fyrsti føroyingur hevði svomið undir 16 minuttir í 1500 frí. Haldi at tað er uppá sítt pláss at finna eina lagkøku fram í januar 🙂
“Pál undir 16 í 1500 frí
Skrivað hevur Rókur í Jákupsstovu
leygardagur, 13 januar 2007
Tað frættist úr Vági, at Pál Joensen úr Vágs svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met í 1500 frí, við tíðini 15.56.21. Hann átti eisini gamla metið á 16.03.59, men kann nú hartil í allar ævir breggja sær av, at hann var fyrsti føroyingur undir 16 minuttir.
Ok, møøguliga hevur Jón Hestoy svomið skjótari, um enn ikki sum góðkent føroyskt met. Um vit leita á heimasíðuni hjá AGF swimteam, so finna vit hendan metlistan, har Jón Hestoy enn eigur metið hjá felagnum á langbana við 16.11.32 (sett í 1981 :-). Stuttbana-metið eigur ein Claus Z. Hansen við 15.47.48 (sett í 1982), so vit síggja ikki beinleiðis hvat Jón svam í einum 25-metrar-hyli sum tann í Vági.
Men í øllum førum nærkast Pál við sjeymílastevum. Undir 16 er enn so mikið gott, at tað á donsku ranglistunum fyri 2006 liggur umleið á topp-3 fyri danskar juniorar, í topp-5 fyri danskar seniorar, og ovast í árganginum hjá Pál (1990). Áhugavert er væl eisini, at vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005 var 16.01.39, og at oyggjaleikametið er 15.52.13. Alt annað líka, so burdi Pál jú bara blivið betri til í summar.
Og forrestin. Um FINA-roknarin hjá mær roknar rætt, so gevur hendan tíðin 759 stig, sum sambært hesum lista á ssf.fo er besta úrslit hjá monnum yvirhøvur, og triðbesta hjá føroyingum (tey bæði bestu úrslitini eigur Elspa Mørkøre, fyri 200 rygg og 50 rygg). FINA-stigini eru roynd at gera tað gjørligt at sammeta úrslit tvørtur um greinir og teinar, við at geva okkum ein fløktan frymil til at rokna út stig í mun til heimselituna (1000 stig verða ásett 4. hvørt ár av FINA sum meðaltíðin av 10 teimum bestu úrslitunum yvirhøvur, sí annars fina.org).”
Pál Joensen er kul og mentan
2 føroysk met í morgun
Vit hava longu skrivað vítt og breitt um Pál og hansara 15:10.02 í morgun, men Kári J. á Høvdanum setti eisini met. Hann svam sambært úrslitanum 100 rygg í tíðini 57.41, sum er 3 tíggjundapartar skjótari enn føroyska metið sum hann setti á NJM í Havn fyri 14 døgum síðani. Og enn einaferð kann hann tíverri síggja, at tíðin hann svimur í dag vildi givið honum heiðursmerki av fínari slag á NJM. Continue reading 2 føroysk met í morgun