Pá Joensen megnaði enn eina ferð at vinna silvur í Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Eins og í 1500 vann Pál silvur aftanfyri Gregorio Paltrinieri og framman fyri Gabriele Detti, ið eigur Evropeiska metið 7:42.72. Tíðin hjá Páli var 7:48.49. Norðurlenska metið hjá honum frá 2011 er 7:45.55. Paltrinieri var suverenur og førdi frá byrjan við Detti og Micka á sleip. Aftaná 400 metrum odaði Pál seg fram á 3. plássi við at svimja við javnari ferð. Hann helt ferðina, og fór framvið Detti við 700 metrum, meðan Detti fór eitt sindur niður í ferð. At tað var útselt hjá Detti sást í endaspurtinum, har Pál svam frá honum. Detti hevði einki eftir, men megnaði tó at fáa bronsuna. Soleiðis varð úrslitið:
- Gregorio Paltrinieri (ITA) – 7:44.98
- Pal Joensen (FAR) – 7:48.49
- Gabriele Detti (ITA) – 7:49.35
- Stephen Milne (GBR) – 7:50.64
- Jan Micka (CZE) – 7:52.19
- Gergerly Gyurta (HUN) – 7:55.47
- Ferry Weertman (NED) – 7:55.57
- Richard Nagy (SVK) – 7:56.28