Pál nærkast FM gull nr 100

Í fjør megnaði Pál Joensen, sum fyrsti føroyingur, at koma upp um 100 FM heiðursmerki. Í ár hevur Pál møguleika fyri at taka gull nr 100, íroknað liðkappingar og sum einstaklingur. Heiðursmerkjahálið hjá Páli undan kappingunum í dag er 90 gull, 24 silvur og 11 bronsur, harav hann eigur 88 gull, 13 silvur og 5 bronsur sum einstaklingur. Gongur tað eftir vild hjá honum og suðringum, so kann hann vinna gull nr 100 leygarkvøldið og nr 100 sum einstaklingur sunnudagin.

Pál Joensen
Continue reading Pál nærkast FM gull nr 100

Pál 3:52.95 og nr 5 í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, og varð hann har nummar fimm við tíðini 3:52.95: beint aftanfyri unga norðmannin Henrik Christiansen, sum við tíðini 3:52.60 setti stórt nýtt norskt juniormet.


Continue reading Pál 3:52.95 og nr 5 í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál 3:55.07 og víðari til finalu í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til sína næstu finalu á Swim Cup Eindhoven 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin við fjórbestu tíð 3:55.05. Teir eru rættiliga tættir har í oddinum; serbiski Velimir Stjepanovic svam 3:54.71, niðurlendsku Ferry Weertman og Sebastiaan Verschuren ávíkavist 3:54.77 og 3:54.82, og norski Henrik Christiansen so aftanfyri Pál við nýggjum norskum juniormeti á 3:55.38. Finalurnar byrja kl 16:30 niðurlendska tíð, har 400 frí er næstsíðsta kapping. Sí úrslitalistan her.

Her er video frá riðlinum við Páli í morgun

Pál 15:19.20 og gull í 1500 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál Joensen megnaði fyri løtu síðani at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, við tíðini 15:19.20 frammanfyri niðurlendska Maarten Brzoskowski á 15:26.21 og eysturríkska David Brandl á 15:36.81. Norski unglingurin Henrik Christiansen varð nr 4 við tíðini 15:39.04, har hann setti nýtt norskt met á 8:01.50 í 800 frí, og síðani tók tað róligt fyri rest. Sí úrslitalistan her.

(Pál á EM í Herning 2013. Svoem.dk eigur myndina)
Continue reading Pál 15:19.20 og gull í 1500 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

3-2 hin 31. mars 2014 um Danish Open 2014

Brot úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, um teir báðar føroysku gullvinnararnar á Danish Open 2014, Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Pál tosar um støðuna nú og ætlanirnar fyri í summar, og skift verður so til tað at Magnus ikki kláraði kravtíðina hjá dønum, har venjarin hjá teimum báðum Shannon Rollason kemur við sínum viðmerkingum, og Magnus síðani svarar til.

Pál 15.12.20 og gull í 1500 frí á Danish Open 2014

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gullheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing á Danish Open 2014, tá ið hann í hylinum í Bellahøj svam teinin uppá 15:12.20. Tað er ikki so nógv at siga til taktikkin; Pál legði seg beinanvegin klárt á odda, og helt seg undir 30 sekund per 50 metur teir fyrstu 500 metrarnar, fyri síðani at svimja eitt lítið sindur spakuligari teir síðstu 1000, til at enda á 15:12.20. Eitt positivt yvirraskilsi fyri okkum var at tíðin hjá Óla Mortensen í morgun var so mikið skjótt, at hann egentliga átti at hava verið í finaluni, nú hann endaði sum nr 6 av øllum. Sí úrslitalistan her.

Pál 1:51.05 og nr 5 í 200 frí á Danish Open 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen luttóku fyri løtu síðani í finaluni í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2014, og gjørdust teir har ávíkavist nr 5 og 7 við tíðunum 1:51.05 og 1:52.56. Tað var ein nokk so jøvn kapping, har Daniel Skaaning legði harðast út og Mads Glæsner hevði harðasta endaspurt, men har tíðirnar allíkavæl ikki vóru betri enn at eingin dani kláraði teirra kravtíð til EM í Berlin. Norski Marius Solaat Rødland varð nr 4 við nýggjum norskum juniormeti 1:50.56, sí úrslitalistan her.

Pál 3:51.45 og silvur á Danish Open 2014

Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki á Danish Open 2014, tá ið hann í hylinum í Bellahøj svam teinin uppá 3:51.45, aftanfyri Mads Glæsner á 3:50.59 og frammanfyri Anton Ørskov Ipsen á 3:51.94. Frans Johannesen varð nr 6 við tíðini 3:58.80. Sí úrslitalistan her.

Pál legði varliga út við einum 7. plássi eftir fyrstu 50, men svaraði aftur og lá fremst við 100 og 150 metrum, áðrenn fyrst Anton Ørskov Ipsen og Mads Glæsner tóku yvir á 200 og 250 metrum, og síðani Mads aleina við 300 og 350 metrum.

Tíðin 3:51.45 er hin 6. skjótasta hjá Páli nakrantíð, og triðbesta sum hann hevur svomið í stuttibuksum. Í fjør svam Pál 3:54.95 á Danish Open.