Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi týskvøldið at gerast partur av uppíbygging í Páls Høll, soleiðis at eitt baðiland nú verður bygt uppí Páls Høll.
Grunnurin Páls Høll hevur vent sær til Vágs kommunu við uppskoti um at byggja út Páls Høll við einum baðilandi, og hevur Grunnurin í hesum sambandi heitt á Vágs kommunu um at gerast partur av ætlanini, og hetta samtykti Vágs Býráð á býráðsfundi týskvøldið.
Talan er um eina útbygging á umleið 400 m2, har m.a. rutsibanar, smærri hylur, boblibað og annað verður. Útbyggingin fevnir eisini um at økið til venjingarmiðstøðina verður víðkað við umleið 100 m2.
Lesið meira her á vagur.fo