Nú er Pan Pacific 2010 avgreitt, og til ber tí at samanbera úrslit har við úrslit á EM 2010. Tað hava tey gjørt við eini ‘virtuellari’ stevnu her á SwimmingWorld Magazine, og støðan gjørdist altso at Pan Pacs hevði bestu gullheiðursmerkjatíðir, og tí ‘vann’ stevnuna við 23 gull, 24 silvur og 17 bronsu, har EM til samanberingar fekk 17 gull, 16 silvur og 23 bronsu.
Continue reading Pan Pacs 2010 ‘vann’ á EM 2010
Tag: Pan Pacs 2010
Tað ganga 2.6 mio fólk í miðal fyri hvørt HM heiðursmerki
Skuldi tað hent seg, at Pál Joensen fær eitt HM heiðursmerki, so er tað nýtt met sæð í ljósinum av heiðursmerki per íbúgvaratal. Verandi met síðani 2003 eiga avstraliubúgvar, tá ið tey fingu eitt heiðursmerki per 1 mio fólk í HM 2005. Eitt føroyskt HM heiðursmerki er tí 20 ferðnar betri. Og tá hava vit avrundað “skeivan” veg báðu ferðirnar. Á grafinum síggja vit, hvussu heiðursmerkir eru býtt millum lond í HM 2003, ’05, ’07 og ’09.
Play-knappurin niðast til vinstru vísir, hvussu gongdin er í tíð. Tað ber til at velja gull, silvur, bronsa, fólkatal og fólk per heiðursmerki á ásunum. Eisini kann man velja millum bobblu-, stabba- og linjugraf ovast til høgru. Í bobblugrafunum kann man zooma við at trýsta og halda á vinstra músknapp inni í grafinum og draga um tað økið, man vil síggja neyvari. Litir á bobblunum, stabbunum og linjunum kunna setast eftir somu valmøguleikum sum fyri ásunum. Sí “Colour” ovast til høgru. Flugubein kunna setast við tey lond, sum hava serliga áhuga, niðast til høgru.
HM úrslit eru frá omegatiming.com.
Fólkatøl eru frá wikipedia.org.
Clary skumpaði eisini Piersol út úr finalu
Tyler Clary megnaði í dag at svimja næstbestu tíð hjá USA í 200 rygg, sum viðførdi at bara hann og Ryan Lochte sloppu víðari til A finaluna, meðan heimsmetahaldarin Aaron Piersol mátti svimja B finalu ella einki. Lochte svam 1:55.26, Clary 1:55.56 og Piersol 1:56.22, har heimsmetið hjá Piersol frá HM í Rom í fjør er 1:51.92. Les her á SwimNews.com
Phelps kom ikki í finaluna í 400 blandað
Amerikanski Michael Phelps hevur ikki kappast í 400 blandað, síðani hann eftir at hava sett heimsmet á OL í Beijing í 2008 segði, at hann ongantið fór at svimja ta greinina aftur. Nú valdi hann tó allíkavæl at svimja greinina á Pan Pacs 2010, við orðunum “I decided why not give it a shot. I really don’t have anything to lose“. Og gjørdist so í innleiðandi riðlunum triðskjótasti svimjari hjá USA við 4:15.38, aftanfyri Ryan Lochte á 4:08.77 og Tyler Clary á 4:09.20. Hann valdi ikki at svimja í B-finaluni.
Swimnetwork sendir beinleiðis frá Pan Pacific Championships 2010
Pan Pacs svarar aftur við einum braki
Pan Pacific Championships 2010 er byrjað, ið er stóra kappingin millum serliga londini runt Stillahavið í ár – USA, Canada, Avstralia, og Japan. Evropeiska meistarastevnan var sum kunnugt á ógvuliga høgum støði, við eini rúgvu at bestu tíðum í heiminum í ár, og amerikanska SwimmingWorld Magazine er tí eisini beinanvegin farin undir at lista upp eitt ‘virtuel meet’ her á heimasíðu síni, har tey samanseta bestu úrslit frá EM og Pan Pacs tilsamans. Evropa hongur í, men Stillahavið hevur tó longu vunnið nakrar alvorligar sigrar. Sí eisini serligu heimasíðuna hjá SwimmingWorld.TV í sambandi við Pan Pacs 2010.
Schubert væntar okkurt heimsmet í ár
Hóast tað vísir seg at vera trupult at seta heimsmet í ár, nú superdraktirnar eru burtur, so væntar høvuðsvenjarin hjá amerikanska landsliðnum Mark Schubert allíkavæl okkurt heimsmet, á komandi US Nationals ella á Pan Pacific kappingini millum USA, Avstralia, Kanada og Japan. Les her á USA Today:
“Last year, everyone — swimmers and coaches included — thought we would not see another world record for 10 to 20 years,” says Mark Schubert, USA Swimming’s national team head coach. “This year, my prediction is we will see world records at nationals and at Pan Pacs. Not a lot, but we will start to see them.”