Tað er so í dag at Pál skal luttaka fyri fyrstu ferð á “OpenEDF de Natation” í París, sum triðbesti á styrkilistanum í 1500 frí. Jón heilsar, at tað er oysandi regn í París, og at teir tí føla seg á heimabana. Mads Glæsner møtti ikki upp til 200 frí í morgun, sum vælsagtans merkir at hann følir seg onkunsvegna pressaðan, her upp undir finaluna í 1500 frí. Úrslitini síggjast leypandi her á liveffn.com, og Eurosport.fr sendir eisini ‘live’ sjónvarp frá finalunum í kvøld.
Tag: Paris Open 2009
Pál millum favorittarnar á Paris Open
Pál Joensen skal sum kunnugt luttaka á “Open EDF de Natation” í París um vikuskiftið, ið er ein av stóru fyrireikingarstevnunum til heimsmeistarastevnuna í summar. Startlistin telur millum annað eina rúgvu av heimsmetahavarum, men tó so er Pál Joensen í topp 3 í báðum teimum greinum sum hann er tilmeldaður í, 400 og 1500 frí. Pál, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo komu fyrradagin til Paris, eftir at teira báðir hava verið á venjingarlegu í Calella, í Spania síðani 25. mai, og sambært venjarunum Jón er Pál væl fyri.
(Merkið verður vundið á stong í París)
Continue reading Pál millum favorittarnar á Paris Open
Pál Joensen klárur til Paris Open um vikuskiftið
Ja, so er tíðin komin til “Open EDF de Natation” í París, har Pál Joensen nú leygarkvøldið skal luttaka í 1500 frí, og sunnudagin í 400 frí. Eingin startlisti er at finna, og tað er tí er rættiliga torført at spáa um útlitini, við tað at vit ikki heilt vita hvørjar hann skal svimja ímóti. Men teir eru so komnir fram, og hava millum annað heilsað uppá Mads Glæsner, so tað skal nokk blíva spennandi.