Cielo skjótari enn Alex Popov

Eg skal heilt erligt viðganga, at eg tími ikki at fylgja við hesum ‘tekstil-heimsmetunum’, sum til dømis www.swimnews.com hevur jabbað um rættiliga leingi. Altso heimsmet sum ikki eru ultimativ heimsmet, men bara besta tíð sum fólk vita um hava verið svomin uttan superdrakt.

Men éitt heimsmet hevur nú verið rættiliga serligt: Nevniliga heimsmetið hjá russiska Alexander Popov í 50 frí á langgeil, sum stóð á 21.64 frá tá einaferð í 2000, til avstalski Eamon Sullivan betraði um tað í februar í 2008. Sullivan svam tá 21.56 í ‘superdrakt’, men nú hevur brasilski Cesar Cielo gjørt tað umaftur, við at svimja 21.55 í tekstil stuttibuksum.
Continue reading Cielo skjótari enn Alex Popov

Phelps fær $100.000 um hann kappast á Paris Open

Eg haldi at hetta er fyrstu ferð at eg síggi hetta soleiðis heilt offisielt í svimjing, hóast tað er vanligt til dømis í súkkling: “Phelps will receive a $100,000 fee if he races in at least two events. That fee includes the costs of coach Bob Bowman, the Phelps family and a camp at Vichy, according to French reports this morning.” Les swimnews.com