Týska meistarastevnan á stuttgeil og byrjar í Wuppertal í morgin, har millum annað Paul Biedermann fer at royna seg, forsvarandi heimsmeistari í 400 metra frísvimjing á stuttgeil. Men tað er ikki sannlíkt at hann fer til Doha, heldur ikki um hann klárar kravtíð, nú hann sambært landsliðsvenjaranum hevur vant 200 kilometrar minni enn hann gjarna hevði viljað. Frank Embacher, venjari hjá Biedermann, sigur at tað fer at krevja eina knalltíð um Paul skal umhugsa Doha, lesið her á swimsportnews.de
Tag: Paul Biedermann
Mellouli svimur 200 frí finalu kl 15.33
Mellouli hevði 2. bestu tíð í 200 frí í morgun og skal svimja í finaluni kl 15.33 mótir Ryan Lochte (USA), Nikita Lobintsev (RUS), Paul Biedermann (GER), Shaune Fraser (CAY), Pawel Korzeniowski (POL), Danila Izotov (RUS) og Tommaso D’Orsogna (AUS). Á svimjing.com/live ber til at fylgja við finalunum via Omegatiming.
Biedermann fekk bara silvur í 400 frí
Týski Paul Biedermann hevði sett nøsina ímóti at fáa tvey gull í Budapest í 200 og 400 frí, har hann eigur heimsmetini. Men í dag tapti hann við 13/100 sek í 400 frí til unga fransmannin Yannick Agnel, ið longu er skýrdur til at vera ein komandi stjørna. Vinnaratíðin var 3.46.17. Heimsmetið er 3.40.07.
Tað er Paul Biedermann til høgru
Her er eitt prátt á Youtube við Biedermann áðrenn missiónin hjá honum miseydnaðist.
Biedermann skal nú á slankikur
Týski Paul Biedermann sigur við miðlar har suðuri, at hann noyðist at tapa seg eini 5-6 kilo, nú hann ikki longur kann svimja í superdrakt. Hann er avgjørt ikki av feitastu monnum, men tað samsvarar væl við tað vit annars hava sæð millum heimsstjørnurnar, at til dømis Stefan Nystrand í fjør royndi at gerast so vøddatungur sum gjørligt, og at onnur hava verið ógvuliga góð í hylinum, hóast tey týðiligvís ikki vóru serliga ‘trimmaði’. Heilt einfalt tí at draktirnar loyvdu meira vekt og fiti, uttan at tað gekk út yvir flótievni ella ‘streamline’. Biedermann vónar at tað ikki fer at ganga for nógv út yvir styrkina, at hann nú skal tapa seg so nógv, og er annars bara spenntur uppá at síggja, hvussu nær hann kann koma at sínum bestu tíðum aftur, nú uttan drakt. Og væntar so annars ikki at síggja nýggj heimsmet fyrr enn um nøkur ár. Les t.d. sueddeutsche.de
(Biedermann millum føroyingar í Istanbul)
Steffen og Biedermann eru ársins svimjarar í Evropa
Týskarar vóru stóru vinnarnir, nú umboð úr øllum evropeiskum svimjisambondum og hjá fjølmiðlum skuldu velja evropeisku “Athletes of the Year”. Britta Steffen vann heiðurin sum besti kvinnuligi svimjari, vegna sínar HM sigrar í 50 og 100 frí, sum eisini vóru heimsmet. Paul Biedermann vann hjá monnum, vegna síni HM gull í 200 og 400 frí, ið eisini vóru heimsmet. Og týskarar vunnu eisini heiðurin hjá havsvimjarum, við Angelu Maurer sum vann HM á 25 km, og Thomas Lurz sum vann 5 og 10 km. Les SwimNews.com og www.len.eu
Nýtt evropeiskt met til Biedermann í 400 frí
Evropeiska metið hjá russiska Yury Prilukov var 3.37.35, men nú svam týski Paul Biedermann so teinin í tíðini 3:34.98, á evsta degi av týsku meistarastevnuni í stuttum hyli. Nýggja evropeiska metið er bara 4 tíggjundapartar frá heimsmetinum hjá Grant Hackett, so sigast má at Evropa nú av álvara blandar seg uppí eisini á hesum teini. Les SwimInfo.
Biedermann sett nýtt evropeiskt met í 800 frí
Hetti hendi á týsku meistarastevnuni í stuttum hyli, sum er í Essen í hesum døgum. Nýggja metið er 7:35.23, har týski Jorg Hoffmann átti metið á 7:36.24, frá World Cup stevnuni í Malmö í 1997. Biedermann skal eisini svimja 100, 200 og 400 frí á stevnuni í Essen, sum vit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá týska svimjisambandinum.
(Paul Biedermann á World Cup stevnuni í Stockholm herfyri)
Biedermann tikið metið hjá Thorpe
Týski Paul Biedermann gjørdist fyrsta menniskja nakrantíð undir 1:41 á 200 metra frí teininum, tá ið hann nú svam 1:40.83 á World Cup stevnuni í Berlin. Gamla metið átti sjálvur Ian Thorpe, á 1:41.10, sum hann svam á World Cup í Berlin í 2000. Tunesiski Mellouli gjørdist nr 2 við tíðini 1:42.88, og suðurafrikanski Darian Townsend nr 3 við tíðini 1:43.19.
(Mynd frá 400 frí í Stockholm. Jón, Pál og Bartal halda at Biedermann líkist mær; men loynidómurin er at eg ERI Biedermann 🙂