Peter Colat sett heimsmet í at halda ondina

Sveisiski Peter Colat setti í gjár nýtt heimsmet í at halda ondina, tá ið hann helt ondina í heilar 19 minuttir og 21 sekund. Hetta var í greinini “statiskt apnea við oxygen-hjálp”, har loyvt er at anda reint oxygen í 10 minuttir áðrenn man skal til at halda ondina. Colat skrivar á heimasíðu síni, at italski Nicola Putignano átti heimsmetið áðrenn, við 19 minuttum og 2 sekundum. Gandakallurin David Blaine hevur eisini roynt seg í hesi grein, og kláraði tá 17 minuttir og 4 sekund, eftir fyrst at hava anda reint oxygen í 23 minuttir. Annars sigur Colat, at fyrstu 12 minuttirnir vóru eingin trupulleiki, men at tað tá slóg so mikið harðari, tá ið hann seinni fekk hug at anda. Les her á telegraph.co.uk

Her er tað David Blaine sum greiðir frá tá ið hann helt ondina (og annað garvilt, so sum at vera niðurgravaður í eina kistu í eina viku, at sita í einum ísklumpi í 3 døgn, at standa á einum pela í 36 tímar, og tílíkt):


Continue reading Peter Colat sett heimsmet í at halda ondina