Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Týska umhvørvisráðið UBA ávarar nú í tíðindaskrivi um at lata pinkubørn undir 2 ár svimja í kloraðum innandura svimjihyljum, um títtleikin av astma er høgur í familjuni. Tey ráða hartil øllum svimjarum til at minka um vandan við at vaska seg betur, og svimjihallum til at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og sunnari tøkni.
Continue reading Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit

Ein nýggj norsk kanning bendir á, at pinkubarnasvimjing ikki bara er góð venjing og verja ímóti vatnskrekk, men eisini orsøk til varandi betri motorikk. 19 íslendskir pinkubarnasvimjarar vóru sum 5 ára gamlir sammettir við 19 onnur sum ikki høvdu gingið til pinkubarnasvimjing, men har umstøðurnar hjá børnunum annars vóru so líkar sum tað nú ber til, viðvíkjandi útbúgving og fíggjarliga støðu hjá foreldrunum og líknandi. Úrslitið var klokkuklárt, siga granskararnir, at børnini sum høvdu gingið til pinkubarnasvimjing vóru nógv betri fyri motoriskt, enn tey sum ikki høvdu svomið sum baby.

DSC_0296
Continue reading Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit

Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma

Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com

SSF skipar fyri skeiði í pinkubarnasvimjing

Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Svimjisamband Føroya byrjunarskeið fyri venjarar í pinkubarnasvimjing. Skeiðið er ætlað øllum feløgum innan SSF.

Tað verður Lena Andersson-Stenquist úr Svøríki, ið kemur at undirvísa. Lena hevur undirvíst pinkubarnavenjarum síðan fyrst í 80-unum og hevur eisini verið við til at gera tað svenska undirvísingartilfarið.

Pinkubarnasvimjingin er fyri pinkubørn upp til 2 ára aldur (saman við einum vaksnum).
Continue reading SSF skipar fyri skeiði í pinkubarnasvimjing