Gillingham testar svimjiurið “Pool-Mate”

Nick Gillingham luttók tríggjar ferðir fyri Stórabretland á Olympisku Leikum, har hann í Seoul í 1988 vann silvur í 200 bringu, og í Barcelona í 1992 vann bronsu í somu grein. Hartil heimsmeistari í greinini á stuttgeil í 1993, og evropameistari í greinini á langgeil í 1991 og 1993. Her testar hann svimjiurið “Pool-Mate” frá Swimovate, sum kann telja svimjistrekki, tøk og annað gott fyri teg, við tøkni sum minnir um hana í Nintendo Wii fjarstýrarum.

Pool-Mate telur longdir og tøk og pausur fyri teg

Pool-Mate urið frá Swimovate dugir sambært teimum sjálvum at telja longdir og tøk í øllum fýra greinum, líka mikið um tú gert saltovendingar ella ei, og uttan at tú skalt trýsta á nakran knøtt millum hvørja endurtøku. Tað heldur skil á hvussu nógv tøk tú í miðal tekur hvørja longd, og goymir hesi miðaltøl fyri hvørt sett, og kann enntá minnast til hvussu langar pausurnar vóru millum hvørt sett (um altso tú trýsti stop og start millum settini). Tað veit hvussu langt tú svam og hvussu skjótt, og hvussu nógvar kaloriur tú brendi. Framleiðarin sigur at triathletar hava testað tað yvir longri tíð og yvir hundraðvís av kilometrum, og at úrslitini vísa at tað rakar yvir 99.75% rætt. Urið fer at kosta einar 7-800 krónur í Bretlandi, og kemur á marknaðin í summar.