Live stream frá EJM 2013 í Póllandi

Polsku fyrireikararnir boða nú frá, at tey fara at ‘stroyma’ frá bæði innleiðandi riðlunum og finalunum á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, sum er í Poznan í Póllandi í hesum døgum. Eitt sindur seinkað, men nú riggar tað so … í løtuni vísa tey endursending frá innleiðandi riðlunum í morgun.

The live webcast will be available during the entire championships from July 10th to 14th with morning sessions at 09:00 and afternoon sessions at 17:00 according to the competition schedule.

poznan-2013-livestream-7

Føroyar 3:47.78 og nr 14 í 4×100 frí á EJM 2013

Teir fýra Eyðbjørn Joensen, Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Markus Joensen luttóku í morgun í 4×100 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan, og gjørdust teir har nummar 14 við tíðini 3:47.78. Splitt-tíðirnar vóru Eyðbjørn 55.09, Alvi 55.71, Óli 57.44 og Markus 59.54; teir eiga sjálvir føroyska juniormetið sum er 3:46.49 frá NMU í fjørsummar. Sí úrslitalistan her.

Føroyingarnir eru nú lidnir við fyrsta dag á EJM 2013, sum heldur áfram til og við sunnudagin.

Markus og Eyðbjørn, Poznan 2013

Markus 2:36.87 og nr 41 í 200 bringu á EJM 2013

Markus Joensen luttók fyri løtu síðani í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing á evropeisku juniormeistarstevnuni á langgeil, og gjørdist hann har nummar 41 við tíðini 2:36.87. Besta tíð hjá honum er hansara juniormet frá 2:32.59 frá NMU 2012 í fjørsummar. Sí úrslitalistan her.

Markus Joensen, Poznan 2013

Óli, Alvi og Eyðbjørn nr 50, 52 og 55 í 400 frí á EJM 2013

Teir tríggir Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen hava í morgun luttikið í 400 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, og gjørdust teir har ávíkavist nummar 50, 52 og 55, við tíðunum 4:10.85, 4:12.58 og 4:19.68. Eitt sindur frá teirra bestu tíðum, har Óli á Reykjavík International í januar svam 4:06.44 og og Alvi á NMU í fjørsummar svam 4:08.18. Sí úrslitalistan her.

Eyðbjørn Joensen, Poznan 2013

So er tað EJM í Poznań 2013

Í morgin mikudagin 10. juli 2013 byrjar evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing, í býnum Poznań í Póllandi. Fyri Føroyar luttaka tey fimm Guðrun Mortensen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, og Alvi Hjelm úr Ægir.

Tað tykist sum at tað fer at liggja væl fyri at fylgja við svimjingini; á heimasíðuni ejc2013poznan.eu lova tey í øllum førum live úrslit, og tað kann væl hugsast at har verður onkur stroymingarloysn eisini, eftirsum at tey vístu frá lop av vippu.

Felagsmynd, Poznan 2013

(EJM-liðið í Poznan, frá vinstru Markus Joensen, Eyðbjørn Joensen, Guðrun Mortensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen. Við føroysku svimjarunum eru eisini Thurid Kjærbo, ferðaleiðari og Jón Bjarnason, venjari, umframt onkur foreldur)
Continue reading So er tað EJM í Poznań 2013

Jón Bjarnason eftirmetir venjingarleguna í Canet

Venjingarlegan er nú avgreidd hjá føroyska EJM-landsliðnum í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, og tey eru seinnapartin ávegis til Poznan í Póllandi, har evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar mikudagin 10. juli. Men HM-landsliðið fer skjótt til nágreiniliga sama stað, at venja upp undir HM í Barcelona, og her er tí ein áhugaverd eftirmeting / víðarigeving av ‘nice to know’ frá Jón Bjarnasyni, til Kristian Martin og hini.

Video frá føroyska EJM-landsliðnum í Canet

Føroyska EJM-landsliðið eru sum kunnugt á venjingarlegu í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, upp undir evropeisku juniormeistarastevnuna sum verður í Poznan í Póllandi hin 10. til 14. juli 2013. Tey hava eftir øllum at døma ikki verðins besta internet har suðuri, men Jón Bjarnason hevur tó so megnað at fingið okkum nakrar videoir heim frá lívinum í Fraklandi.

Her eru tað teir fýra kúllarnir sum tosa um Canet og EJM osfr.

Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag)


Continue reading Video frá føroyska EJM-landsliðnum í Canet