Sviar og danir nøgdir við sekundær pláss á EJM

Sviar draga her saman um sína luttøku á evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í ár, at tey eru hampuliga nøgd við at vinna silvurheiðursmerki í einstaklingakappingar, og tvey bronsu í liðsvimjing. Danir eru somuleiðis nøgdir við at hava vunnið eitt fjórðapláss, og at hava sett nógv persónlig met og juniormet.

Vit í Føroyum eru eisini nøgd við at Pauli Ø. Mohr betrar seg í báðum teimum greinum sum hann luttekur í, og setur føroyskt juniormet í báðum. Men hetta sigur kanska eitt sindur um, hvussu ófatiliga gott úrslitið hjá Páli Joensen var í fjør; at vinna 3 gullheiðursmerki, og seta evropeisk juniormet í 800 frí, við eini tíð sum ikki varð betrað um í ár.
Continue reading Sviar og danir nøgdir við sekundær pláss á EJM

Pauli 24.68 í 50 frí í morgun

Pauli EJM09-1-1Pauli Ø. Mohr svam í morgun 50 frí á evropameistarstevnuni fyri juniorar í Prag, við tíðina 24.68 sekund, har hansara inntil nú besta tíð var 24.77 sekund. Harvið kláraði hann at betra um sínar bestu tíðir í bæði 50 og 100 frí, og kom heilt nær føroyska metinum hjá Kristiani Olsen, á 24.56 sekund frá Reykjavíkar International í 2007.

Pauli 54.85 í 100 frí í morgun

So hevur Pauli svomið sína fyrstu kapping á evropameistarstevnuni fyri juniorar, sum í ár er í Prag í Kekkia. Greinin var 100 frí, og tíðin 54.85 sekund, sum er persónligt met hjá Paula. Pál Joensen eigur føroyska metið á 53.55, frá donsku meistarstevnuni í vár, og annars svam russiski Daniil Izotov skjótast í morgun, við nýggjum evropeiskum juniormetið á 49.20 sekund.

Pauli í Prag

Heilsan úr Prag í gjárkvøldið: “Komu til Prag sunnukvøldið í øllum góðum. Í dag hevur Pauli vant í 50m hyli uttandura hylinum har EJM verður. Pauli sigur at vatnið følist bara væl. Stadion er flott: tveir 50m hyljar, ein inni og ein úti, og so ein 25m hylur úti. Veðrið í Prag er gott, 27 stig í skugganum”.

Pauli EJM09-7-7

Pauli á veg til Prag

CIMG0230Vit hava ikki meira enn avgreitt Áland 2009, so byrjar Prague 2009. Heilsan úr Svøríki:

Pauli er beint nú farin útí at venja í Stockholm (Eriksdalbadet) 50m uttandura. Veðrið og OK, yvirskýggja 17 gradir. Túrurin gongur víðari til Prag kl 17. Vh Øssur“.

… og á Facebook frætta vit nú frá Bjarnasyni: “Okur eru nú komin til Tallinn, hava vant í einum super 50m hyli.”

Allar draktir nú aftur loyvdar á EJM

Hetta skrivar Craig Lord á SwimNews.com, við orðarættum tíðindaskrivi frá LEN. Len hevði jú annars avgjørt at halda seg til fyrra FINA lista, men nú er støðan so aftur broytt, eina góða viku áðrenn stevnuna.

Dear Friends,

On June 24th an erroneous communication was sent out from LEN Office concerning swimsuit use at the European Junior Swimming Championships to be held in Prague (CZE) from 8 to 12 July.

Unfortunately this correspondence ignored the LEN Bureau decision taken in Chania (GRE) on May 16th which was made public through a LEN Press Release dated May 29th stating:

  • LEN follows FINA Rules and Regulations (LEN General Event Rule E 1.2) and will therefore prohibit the use of new generation swimsuits that are not on FINA’s regularly updated list of approved models at LEN Events.

Therefore, the latest published list (FINA PR46, June 22nd) of approved swimsuits will be respected at all LEN Events (including Open Water Swimming events) until further notice from FINA.

We apologise for the confusion incurred. Sincerely,

Nory Krutchen, LEN President.

LEN heldur seg til fyrra FINA lista ísv EJM

LEN fráboðar nú í tíðindaskrivi, at tey á evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag fara at halda seg til FINA listan frá 19. mai, yvir góðkendar draktir, heldur enn at brúka tann sum kom út nú mánadagin:

Dear Friends,

With the Circular Letter of 1st June 2009 LEN informed about the procedure for the use of swimsuits at the LEN European Junior Swimming Championships to be held in Prague (CZE) from 8 to 12 July 2009.

Even though FINA has now published an additional list of approved swimsuits, LEN will maintain the FINA List from 19 May 2009 (revised 25 May 2009). The reason for maintaining the list from 19 May 2009 is that we cannot expect that all swimsuits that have just been approved this week will be available for all athletes in Prague (CZE).

It is LEN’s aim to keep the Championships as fair as possible for all competitors. We ask for your kind co-operation in this matter.

With kind regards,

Søren Korbo, Chairman LEN TSC

Kelda: SwimNews.com
Continue reading LEN heldur seg til fyrra FINA lista ísv EJM