20 ára gamli Ragnvald Jensen luttekur í hesum døgum á heimsmeistarastevnuni fyri fólk við tarni, sum er í Eindhoven í Niðurlondum frá 14. til 21. august. Hann hevur longu týsdagin kappast í 100 metra ryggsvimjing, har hann við tíðini 1:17.13 gjørdist nr 20 av 28; og í gjár í 100 metra bringusvimjing, har hann við tíðini 1:17.75 gjørdist nr 11 av 28. Eftir hjá honum er 200 metrar frísvimjing, sum verður leygardagin 21. august. Við á túrinum eru venjari hansara Beinir Danielsen og liðleiðari Halla W. Reinert. Til ber at fylgja við kappingini ‘live’ á www.paralympicsport.tv, umframt at síggja úrslit og annað á www.wcswimming2010.com