Ragnvaldur Jensen megnaði í kvøld at vinna bronsu í 100 bringu, á evropameistarastevnuni fyri brekaði. Tíðin hjá honum var 1:17.20, har silvurvinnarin svam 1:14.70 og gullvinnarin svam 1:10.47, og har tilmeldingartíðin hjá honum var 1:19.97. Ragnvaldur skal svimja tvær kappingar afturat í Reykjavík – 200 blandað í morgin og 100 frí í ovurmorgin.
Tag: Ragnvaldur Jensen
Ragnvaldur nr 5 í 100 rygg í dag
Ragnvaldur Jensen byrjar heldur varliga á evropameistarastevnuni fyri brekaði í Reykjavík, við at svimja fyrst 1:17.16 í innleiðandi 100 rygg um morgunin, og síðani 1:16.86 í finaluni um kvøldið, har tilmeldingartíðin hjá honum var 1:16.20. Hann dragnaði tí eina plasering í mun til sína styrkismeting undan stevnuni, frá at liggja til eitt fjórðapláss, til at verða nr 5. Men bíða nú… styrkin hjá honum liggur serliga í bringu og frí, sum enn er eftir at svimja.
Ragnvaldur Jensen til EM í svimjing
19 ára gamli Ragnvaldur Jensen skal í døgunum 18.- 24. oktober kappast á Evropameistarstevnu fyri fólk við breki, í Laugardalshøllini í Reykjavík. Talan er um kapping á 50 metra geil, har Ragnvaldur kappast í bólkinum S14, sum eru fólk við menningartarni. Ragnvaldur hevur vant dúliga fram ímóti hesa svimjistevnu, síðani summarferiuna saman við fyrstaliðnum hjá svimjifelagnum FLOT á Toftum. Les meira her á isb.fo, og á www.ifsport.is/ec2009
Ragnvaldur Jensen í kapping í Sheffield um vikuskiftið
Hetta stendur at lesa á kringvarp.fo, at føroyingurin Ragnvaldur Jensen er við í stórari altjóða svimjikapping fyri brekað, kallað British International, í Sheffield í Onglandi. Ragnvaldur skal svimja 100 bringu og 50 frí, og er út í frá tilmeldingartíðunum styrkismettur til at gerast ávíkavist nr 4 og 3. Í summar skal hann so eisini luttaka á HM fyri menningartarnaði.