Brasilska Rebeca Gusmao hevur nú sum væntað fingið lívstíðarbann frá svimjing, eftir fyri aðru ferð at hava verið fangað í dopingkontrollini. Fyrru ferð var tað okkurt anabolskt steroid, og aðru ferð testosteron. Útilokilsið er við afturvirkandi kraft til 18. juli 2007, sum væl merkir at øll úrslit hjá henni aftur til tá verða strikað. Lesið SwimInfo
Tag: rebeca gusmao
Rebeca Gusmao aftur tikin fyri doping
Brasilska Rebeca Gusmao varð fyri nøkrum mánaðum síðani útilokað frá allari svimjing í tvey ár vegna at hava dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon) runt Pan American Games í Rio de Janeiro í 2007, og fær nú sambært The Canadian Press enn ein tvey ára dóm vegna doping við sama evni í 2006. Hon er enn í ferð við at kæra fyrsta dómin, men verður nú mest sannlíkt útilokað frá svimjing med alla. Continue reading Rebeca Gusmao aftur tikin fyri doping
Gusmao dopingdømd, Thorpe fríkendur
Brasilska Rebeca Gusmao hevur eftir øllum at døma dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon), og kann tí vænta sær tvey ára karantenu um B-prøvin eisini er positivur. Hin vegin hevur FINA avgjørt at gevast við kanningunum av avstralska Ian Thorpe, sum annars eisini varð ákærdur fyri at hava tikið testosteron og annað.
Lesið um Rebeca Gusmao á SwimNews og SwimInfo, og í Ekstrablaðnum enntá við mynd av hennara veldigu yvirarmum. Tíðindini um Ian Thorpe eru at lesa her á SwimInfo.