Hvør er betri, Adlington ella Pellegrini ?

Bretska Rebecca Adlington svam her í vikuskiftinum 400 frí á langgeil uppá 4:02.84, á bretsku meistarastevnuni sum samstundis er úttøkustevna til Shanghai. Á Speed Endurance Swimming Blog spurdi Willdridge tá um hon var tann besti 400 metra frísvimjarin í verðini, við tilvísing til italsku Federica Pellegrini. Men nú svarar Fede aftur, við at svimja 3:57.59 í 400 frí á stuttgeil, fyrsta italska met síðani superdraktirnar fóru, og eftir øllum at døma ikki niðurtrappað sum Adlington.

DSC_1093

Adlington við í stríðnum um at varðveita svimjihyljar

Olympisku meistararnir Duncan Goodhew og Rebecca Adlington eru saman við British Gas og bretska svimjisambandið ASA farin at stríðast ímóti at svimjihyljar verða afturlatnir, soleiðis sum rákið tíverri eisini er í Bretlandi í løtuni. Hóast svimjing er tann ítróttur sum hevur flestu íðkarar í Bretlandi, har 3 milliónir svimja hvørja viku, so stongdu 63 hyljar í 2009, ímóti at einans 28 lótu upp, umframt at talið av skúlasvimjihyljum minkaði við 27% frá 2002 til 2009.
Continue reading Adlington við í stríðnum um at varðveita svimjihyljar

800 frí á veg burtur úr OL skránni?

Tað má verða nakað um tað, síðani bretska Rebecca Adlington nú alment heitir á FINA, um ikki at taka sína grein burtur úr skránni. Hon vil gjarna sleppa at verja sítt OL gull í 800 frí á Olympisku Leikum í London í 2012, men FINA er eftir øllum at døma í ferð við at skifta 800 frí hjá kvinnum út við 1500 frí, so at menn og kvinnur svimja somu greinir, og til at umganga at tað verða ov nógvar greinir á skránni. Les swimnews.dk