Kandidatar til NUM og NJM Reykjavík 2010

Her er ein listi yvir tey sum liggja best fyri til at verða úttikin til landsliðslegu og Reykjavík International svimjistevnu í Íslandi í januar 2010. Kravið er at vera millum 6 tey bestu við aldur til EJM / NJM 2010, ella 10 tey bestu við aldur til NUM 2010, ið klára yvir 500 stig í éinari svimjigrein, frá 1. september til 1. november 2009:

EJM/NJM-hópurin

  • Birita Debes, FLOT (1995): 50 rygg, 30.46 – 670 FINA stig
  • Poula Ø. Mohr, FS (1995): 50 frí, 27.67 – 635 FINA stig
  • Jón Hofgaard, SuSvim (1992): 50 bringa, 32.25 – 549 FINA stig
  • Monika Biskopstø, Ægir (1994): 100 frí, 1:04.17 – 538 FINA stig
  • Astrið Foldarskarð, FLOT (1994): 50 frí, 29.63 – 517 FINA stig
  • Høgni Miné, HS (1992): 200 frí, 2:07.67 – 512 FINA stig

Continue reading Kandidatar til NUM og NJM Reykjavík 2010

Nakrar ikki-heilt-so ‘live’ samrøður úr Reykjavík

Jon Hestoy gjørdi nakrar samrøður í leypi av Reykjavík International, síðsta vikuskifti, sum tíverri gjørdust truplar at fáa á netið. Men her eru tær so, nakrar dagar seinkaðar, men tó enn aktuellar 🙂

Samrøða við HS formannin Sigurd Lamhauge

Continue reading Nakrar ikki-heilt-so ‘live’ samrøður úr Reykjavík

Pál vann kappingina um flest heiðursmerki á RIG 2009

Stevnan í Íslandi var sum flest nokk gita mest venjing hjá Pál, sum eisini endaði við at teir báðir Pál og Bjarnason vóru nakað seinir avstað til felagsdøgverðan aftaná síðstu kapping, av tí at Pál skuldi venja eitt sindur (nógv) afturat. Men tó so kundi hann svimja skjótt, og gjørdist tískil tann svimjari sum við 4 gull og 2 bronsu vann flest heiðursmerki av øllum monnum, framman fyri so mætan mann sum Alexander Dale Oen , og eisini tá ið yngri bólkurin verður taldur uppí.

Har var tó tvær gentur sum vunnu meira, nevniliga Mie Ø. Nielsen úr Aalborg og Lise Sand Syversen úr Noregi. Men soleiðis plagar tað eisini at vera, at svimjarar í yngri aldursbólkum vinna meira, av tí at tey bestu har skara meira framúr, og orka betri at kappast ofta. Sí Medal Count By Athlete, á www.aegir.is

Góður skurður á Reykjavík International 2009

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya, sunnudag 18. januar 2009

4 gull, 6 silvur og 13 bronsu til føroysku svimjararnar á Reykjavík International 2009

So er Reykjavík International av á hesum sinni, og føroyingarnir stóðu seg bara heilt væl. Okkara svimjarar vunnu tilsamans 4 gullheiðursmerki, 6 silvur og 13 úr bronsu, og svumu seg sum heild til flottar forbetringar. Serliga var tað Pál Joensen sum gjørdi vart við seg í Íslandi, við at fáa næstflest FINA stig av øllum, seta stevnumet fýra ferðir, og tvær ferðir svimja skjótari enn íslendska metið, hóast hansara egnu føroysku met á hesum teinum ongantíð vóru í vanda.
Continue reading Góður skurður á Reykjavík International 2009

RIG 2009, 2. dagur innleiðandi

Har er nógv gott í væntu, nú seinnapartin, eftir at føroyingarnir kvalifiseraðu seg 12 ferðir afturat til finalu, umframt at riðilin hjá Pál Joensen í 400 frí slapp at bíða til í kvøld. Lat meg heldur lista tað upp, so at klutur ikki kemur í:

  • 50 rygg menn: Magnus Jákupsson í B-finalu, Høgni Miné í A-finalu
  • 50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í B-finalu, Malan V. Bærendsen í A-finalu
  • 50 firvald menn: Eingin føroyingur
  • 50 frí kvinnur: Hildur á Fløtti í B-finalu, Shaila millum Garðarnar í A-finalu
  • 400 frí menn: Pál Joensen í A-finalu (stevnumet eigur Pál við 4.08.33, íslandsmet er Ørn Arnarson við 3.56.91)
  • 200 blandað kvinnur: Eingin føroyingur
  • 200 rygg menn: Høgni Miné, Magnus Jákupsson og Pál Joensen í A-finalu
  • 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy í B-finalu, Birita Debes í A-finalu
  • 100 bringa menn: Ólavur S. Petersen í B-finalu, Jón Hofgaard í A-finalu
  • 200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í A-finalu
  • 200 firvald menn: Pál Joensen í A-finalu
  • 100 firvald kvinnur: Astrið Foldarskarð og Ann Mari Midjord í B-finalu, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í A-finalu
  • 100 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard í A-finalu
  • 200 frí kvinnur: Eingin føroyingur

Tey byrja at kappast kl 16:30, seinnapartin í dag. Live chat og videobrot kunnu síggjast á www.svimjing.com/live
Continue reading RIG 2009, 2. dagur innleiðandi

1 gull, 1 bronsa og 21 finalupláss á 1. degi av RIG 2009

Úrslitini tyktust eitt sindur svingandi, higani úr Føroyum, sum um at svimjararnir vóru móðir av ferðini, og kanska eisini høvdu torført við her-og-nú at skula umstilla seg til at svimja á langbana. Men vit fingu rættiliga nógvar betringar, umframt eina rúgvu av kvalifiseringum til finalu í morgin. Og so tey bæði heiðursmerkini vit væntaðu: Gull og stevnumet til Pál Joensen í 1500 frí, og bronsuheiðursmerki til Monu Simonsen í 800 frí.

Av serliga áhugaverdum tíðum kunnu nevnast, at Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag kvalifiseraði seg til finaluni í 50 firvald við tíðini 31.06, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 30.92. 13 ára gamla Birita Debes úr FLOT betraði seg somuleiðis heilt nógv, tá hon kvalifiseraði seg til A finaluna í 50 rygg við tíðina 33.05, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 32.45. Og í 50 frí vóru tær tríggjar undir 30 sekund – Shaila, Hildur og Astrið – sum er bara heilt ókey á langbana.

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á hesari heimasíðu.

Føroyska luttøkan á RIG 2009

Reykjavík International 2009 byrjar í dag kl 16:30, og føroyska luttøkan er øgilig. Okkara svimjarar kappast einar 63 ferðir bara í dag, og einar 178 ferðir tilsamans fram til og við sunnudagin, við møguleika at vinna í øllum førum 5 gull og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum tilsamans 32 kappingunum.

Íslendingar lova ‘live timing’ her á aegir.is, umframt myndir og annað gott. Hartil hevur Rúni Gaardbo fingið ‘vodafonina’ við til Íslands, at taka myndir og video við. ‘Live timingin’ sæst eisini á www.svimjing.com/live, við møguleika at chatta og síggja møgulig Kyte-varp úr Íslandi.

Vodafonin hevur forrestin tlf. nr. 597559, um onkur hevur brúk fyri at koma í samband við ferðaliðið.
Continue reading Føroyska luttøkan á RIG 2009

Tíðindaskriv frá SSF: Stór føroysk luttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendur eitt talentlandslið við trettan svimjarum avstað. Umfram hesu trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru níggju svimjarar og ur Susvim eru fimtan svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Talentlandsliðið
Continue reading Tíðindaskriv frá SSF: Stór føroysk luttøka í Reykjavík International

Startlistin til Reykjavíkar International

So var hann har endiliga, startlistin til Reykjavíkar International. Og tað sær út til at føroyingarnir fara at klára seg bara heilt væl, í kappingini við serliga íslendingar og norðmenn. Haldi meg kunna ána at tilmeldingartíðirnar hjá føroyingum eru eitt sindur gamlar, við tað at tað er so langt ímillum at tey sleppa at svimja á langbana; men fyri tað liggja vit til eini 5 gull- og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum 32 kappingunum.
Continue reading Startlistin til Reykjavíkar International